Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1996Nr. 73
Løgtingslóg um studning til skipasmiðjur, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 26. mars 2002
§ 1. 1) Eftir hesi lóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til ný bygg ing og umbygging av flótandi eindum.
Stk. 2. Studningur til nýbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 0,3 mió kr. ella meiri.
Stk. 3. Studningur til umbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 3 mió kr. ella meiri.
§ 2. 1) Landsstýrismaðurin kann leggja lógina til Vinnuframagrunnin at umsita. Neyðugar útreiðslur til umsiting av lógini, her uppií útreiðslur til hjálp frá serkønum, verða hildnar av serstakari játtan á fíggjarløgtingslógini.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til Vinnuframagrunnin, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærumøguleikar her ímillum, at avgerðir tiknar av Vinnuframagrunninum ikki kunnu kærast til landsstýrismannin.
§ 3. Studningur verður veittur eftir umsókn. Landsstýrið ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi, herundir hvussu og nær studningurin kann verða veittur.
§ 4. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi §§ 3 og 4 í løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiskipum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, § 9 í løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, §§ 2 og 3 í løgtingslóg nr. 83 frá 9. juni 1990 um stuðul til bygging av farmaskipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 47 frá 8. mai 1991 um stuðul til bygging av skipum, bátum og flótandi eindum til alivinnuna á føroyskum virkjum.
Stk. 3. Tilsøgnir um stuðul, givnar, áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða viðgjørdar eftir higartil galdandi lóggávu.