Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 73
Løgtingslóg um at hækka partapeningin í P/F Fiskaaling
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at hækka partapeningin í P/F Fiskaaling, við fæi, sum er í Endurgjaldsgrunni Alivinnunnar í sambandi við avtøku av grunninum.
Stk. 2. Innskot av partapeningi er treytað av, at virksemi fellur innan fyri hesi endamál:
1) at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni,
2) at reka vinnuligt virksemi innan hetta virksemisøki og
3) annað starv í hesum sambandi.
Stk. 3. Innskot av partapeningi er eisini treytað av, at tað ikki er loyvt:
1) at avhenda partabrøv,
2) øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, ella
3) felagnum at luttaka í fusjón, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.
§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til hesi endamál: Gransking, menning og ráðgeving innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni.
Stk. 2. Studningur verður veittur til P/F Fiskaaling og skal afturgjaldast landskassanum, um hann ikki verður nýttur til tey í stk. 1 nevndu endamál. Inntøkur hjá P/F Fiskaaling, herundir inntøkur, ið eru beinleiðis avleiddar av stuðlinum, skulu tó ikki gjaldast landskassanum.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað í sáttmála at áseta nærri reglur og treytir fyri studningsveitingunum.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2003 um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
Stk. 3. Tá fæið í Endurgjaldsgrunni Alivinnunnar er flutt til P/F Fiskaaling, verður løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna sett úr gildi við kunngerð frá landsstýrismanninum.
Tórshavn, 25 mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 137/2008