Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2020Nr. 73
Løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
(Tvingsilslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Virkisøki, allýsingar, endamál o.a.
Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin fevnir um persón við týðandi sálarligum virkistarni, ið fær tænastur, skipaðar sambært kapitlunum 5 og 6 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, ella tænastur, skipaðar sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og ið ikki gevur samtykki ella hevur førleika at geva samtykki.
Stk. 2. Løgtingslógin fevnir eisini um persón, ið hevur fingið dóm og er fevndur av § 49, stk. 2 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 3. § 17 og kapittul 6 fevna eisini um persón, ið er fevndur av persónsskaranum í løgtingslóg um barnavernd.
Allýsingar
§ 2. Sambært hesi løgtingslóg galda hesar allýsingar:
1) Inntriv: Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
2) Myndugleiki:
a) Almannaverkið,
b) Tórshavnar kommuna, og kommunalu samstørvini, ið skipað eru sambært løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
3) Leiðsla:
a) Avvarðandi leiðsla innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
b) avvarðandi leiðsla innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og
c) avvarðandi leiðsla innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um barnavernd.
4) Starvsfólk:
a) Avvarðandi starvsfólk, ið starvast innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
b) avvarðandi starvsfólk, ið starvast innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og
c) avvarðandi starvsfólk, ið starvast innan tænastur, ið eru skipaðar sambært løgtingslóg um barnavernd.
5) Bútilboð: Bústaður, ið er skipaður sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, løgtingslóg um barnavernd ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
6) Dagtilboð: Dagtilboð, ið er skipað sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
7) Býli: Kamar, íbúð o.tíl. í bútilboði, ið er skipað sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, løgtingslóg um barnavernd ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
8) Avvarðandi: Maki, tann ella tey, ið hava foreldramyndugleika, verji, systkin, børn ella onnur, ið standa persóninum nær.
Nýtsla av inntrivi
§ 3. Inntriv verður einans nýtt, tá tað er neyðugt. Inntriv skal ongantíð setast í staðin fyri umsorgan, røkt og sosialnámsfrøðiligan stuðul.
Stk. 2. Áðrenn inntriv verður sett í verk, skal persónurin hava fingið høvi at viðvirka.
Stk. 3. Persónurin, advokatur hansara og avvarðandi skulu fáa høvi frá myndugleikanum at gera sínar viðmerkingar til inntriv, ið krevur góðkenning frá tvingsilsnevndini.
Stk. 4. Inntriv kann einans setast í verk sambært ásetingum í hesi løgtingslóg.
Stk. 5. Inntriv skal altíð vera rímiligt í mun til ætlaða endamálið. Kann endamálið røkkast við minni víðfevndum inntrivi, skal hetta setast í verk áðrenn.
Stk. 6. Inntriv skal setast í verk á mest varliga hátt, skal ongantíð vara longur enn neyðugt og steðgast í stundini, um grundarlag ikki longur er fyri inntrivinum.
Tvingsilsnevndin
§ 4. Landsstýrismaðurin setir eina nevnd í málum um tvingsil at taka avgerð um góðkenning av inntrivi sambært hesi løgtingslóg og góðkenning sambært § 51, samanber § 50, í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Avgerð um góðkenning verður framd við støði í tilmæli sambært § 24 í hesi løgtingslóg og § 51 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Harumframt tekur nevndin avgerð í kærumáli sambært § 30. Eisini tekur nevndin avgerð um gildistíð á inntrivi, samanber § 29.
Stk. 2. Tvingsilsnevndin er samansett við einum føstum nevndarlimi og fleiri serkønum nevndarlimum. Landsstýrismaðurin tilnevnir fasta nevndarlimin, ið er formaður, og serkønu nevndarlimirnar. Fasti nevndarlimurin skal vera royndur løgfrøðingur. Serkønu nevndarlimirnir verða valdir millum persónar, ið eru serkønir innan sosialnámsfrøði, heilsurøkt, sjúkrarøkt, sálarfrøði og sálarsjúkufrøði. Landsstýrismaðurin velur 1 varalim fyri fasta nevndarlimin. Varalimurin skal vera royndur løgfrøðingur.
Stk. 3. Tá nevndin tekur avgerð, luttaka formaðurin og tveir serkønir nevndarlimir. Formaðurin ger av, hvørjir av serkønu nevndarlimunum skulu luttaka í nevndarviðgerðini. Í serligum førum kann formaðurin gera av, at fleiri enn tveir serkønir nevndarlimir luttaka í nevndarviðgerðini.
Stk. 4. Tvingsilsnevndin kann leita sær aðra serkøna hjálp til at stuðla undir nevndarviðgerðina.
Stk. 5. Avgerðir í tvingsilsnevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Stk. 6. Tvingsilsnevndin skal eftir áheitan ella kann av sínum eintingum geva myndugleikanum, persóninum, advokati hansara ella avvarðandi høvi til munnliga ella skrivliga at bera fram sjónarmið ella at lýsa evni gjøllari.
Stk. 7. Í málum viðv. §§ 10, 13, 14 og 25 og kapitlunum 4 og 5 skal avgerð nevndarinnar vera tikin skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tilmælið sambært § 24 er móttikið.
Stk. 8. Í øðrum málum skal avgerð nevndarinnar vera tikin í seinasta lagi 30 dagar eftir, at tilmæli sambært § 24, kæra sambært § 24, stk. 4 ella tilmæli sambært § 51 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur er móttikið. Er avgerð ikki tikin innan nevndu freist, skal avgerðin verða tikin skjótast gjørligt, og orsøkin fráboðast myndugleikanum og avvarðandi pørtum.
Stk. 9. Fasti nevndarlimurin, varalimur hansara og serkønu nevndarlimirnir eru valdir fyri 4 ár í senn og fáa samsýning, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 10. Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá tvingsilsnevndini.
Stk. 11. Tvingsilsnevndin førir yvirlit yvir avgerðir um góðkenning, móttiknar fráboðanir og frágreiðingar sambært hesi løgtingslóg og greinar og lýsir hesar árliga í ársfrágreiðing.
Hjálp frá løgregluni
§ 5. Myndugleikin kann heita á løgregluna um hjálp, tá inntriv verður framt sambært §§ 6, 10, 13 og 14 og kapitlunum 4 og 5.
Kapittul 2
Inntriv móti persóni í bráðfeingis-støðum o.a.
Halda persóni føstum í bráðfeingis-støðum
§ 6. Starvsfólk kann í bráðfeingis-støðum taka avgerð um at halda persóni føstum ella leiða persón í annað ólæst tilhaldsrúm, tá:
1) vandi er fyri, at persónurin kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda, og
2) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum.
Stk. 2. Starvsfólk kann í serligum bráðfeingis-støðum taka avgerð um, at tilhaldsrúm fyribils skal læsast. Í slíkum føri skal persónurin vera undir støðugum eftirliti, og tilhaldsrúmið skal vera egnað at hýsa persóninum og egnað í mun til eftirlit.
Stk. 3. Starvsfólk kann í bráðfeingis-støðum halda persóni føstum ella leiða persónin í annað ólæst tilhaldsrúm, um vandi er fyri, at persónurin ger stóran skaða ella oyðileggur lutir, ið ikki eru hansara egnu.
Stk. 4. Starvsfólk kann í bráðfeingis-støðum føra persón aftur hagar, hann fór frá, tá:
1) vandi er fyri, at persónurin kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda, og at viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum, ella
2) inntrivið er neyðugt, grundað á sosialnámsfrøðiligu viðgerðina hjá persóni undir 18 ár, og tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á heilsu ella menning hjá persóni undir 18 ár.
Stk. 5. Leiðslan ella starvsfólk skal í stundini kunna avvarðandi um, at persónur er læstur inni í einum tilhaldsrúmi sambært stk. 2.
Vísa persóni á leið
§ 7. Starvsfólk kann kropsliga vísa persóni á leið, tá hetta er neyðugt fyri at veita røkt, stuðul og umsorgan og við atliti at trygd og trivnaði hjá persóninum, teimum, ið hann búleikast saman við, ella starvsfólki.
Kapittul 3
Inntriv móti persóni við týðandi sálarligum virkistarni
Ávaringarskipan og peilingarskipan
§ 8. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at nýta ávaringarskipan og peilingarskipan í eitt avmarkað tíðarskeið til persón við týðandi sálarligum virkistarni, tá:
1) vandi er fyri, at persónur kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda, og
2) viðurskiftini í einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri hesum vanda.
Stk. 2. Avvarðandi kunnu á serligum oyðublaði søkja myndugleikan um at fáa loyvi at taka í nýtslu ávaringarskipan og peilingarskipan. Loyvið er treytað av, at treytirnar í stk. 1, nr. 1 og 2 er loknar og at loyvi er fingið til vega frá tvingsilsnevndini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjar ávaringarskipanir og peilingarskipanir eru loyvdar og treytir hesum viðvíkjandi og treytir í sambandi við loyvi at nýta ávaringarskipan og peilingarskipan sambært stk. 2, undir hesum m.a. reglur um gjald, umvæling, útskifting og dagføring av ávaringarskipan og peilingarskipan, umframt ábyrgd av nýtsluni.
Serlig upplatingarskipan til úthurð
§ 9. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at nýta serliga upplatingarskipan til úthurð fyri eitt avmarkað tíðarskeið í dagtilboði og bútilboði til persón við týðandi sálarligum virkistarni, tá:
1) vandi er fyri, at persónur kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda,
2) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum, og
3) støðan í tí einstaka førinum ikki einans kann loysast sambært § 8.
Stk. 2. Um serlig upplatingarskipan til úthurð verður sett í verk, skulu aðrir persónar, ið ikki eru fevndir av inntrivinum, ikki verða nervaðir av hesum.
Halda persóni aftur og føra hann aftur
§ 10. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at halda persóni við týðandi sálarligum virkistarni aftur í eitt avmarkað tíðarskeið, til tess at forða honum í at fara avstað ella føra hann aftur hagar, hann fór frá, tá:
1) vandi er fyri, at persónur kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda,
2) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum, og
3) støðan í tí einstaka førinum ikki einans kann loysast sambært §§ 8 og 9.
Halda persóni føstum í sambandi við reinføri og grundleggjandi tørv
§ 11. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at halda persóni við týðandi sálarligum virkistarni føstum í eitt avmarkað tíðarskeið, um tað er alneyðugt til tess at røkja umsorganarskylduna í støðum, ið snúgva seg um reinføri og grundleggjandi tørv hjá persóninum.
Nýtsla av hjálparráði at verja móti skaða
§ 12. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at nýta hjálparráð at verja móti skaða í eitt avmarkað tíðarskeið til persón við týðandi sálarligum virkistarni, tá:
1) vandi er fyri, at persónurin kann koma sær sjálvum í vanda, og
2) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum.
Stk. 2. Persónur skal ikki verða veruliga tálmaður í sínum førleika at flyta seg í sambandi við nýtslu av hjálparráði at verja móti skaða.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um m.a., hvørji hjálparráð eru loyvd.
Flyting uttan samtykki
§ 13. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur við týðandi sálarligum virkistarni, ið ikki býr í bútilboði, og sum setir seg upp ímóti at flyta ella vantar førleikan at geva samtykki, skal flyta í eitt bútilboð, tá:
1) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt til tess, at viðkomandi kann fáa neyðugu hjálpina sambært løgtingslóg um almannatrygd ella tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.,
2) hjálpin ikki kann veitast á verandi bústaði hansara,
3) persónurin kann koma sær sjálvum í vanda, og
4) tað er skilaleyst ikki at flyta persónin.
Stk. 2. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur, ið hevur týðandi sálarligt virkistarn, sum stavar frá sjúku, ið er í menning og gongur afturá, ið ikki býr í bútilboði og sum ikki setir seg upp ímóti at flyta, men sum vantar førleikan at geva samtykki, skal flyta í eitt bútilboð, tá:
1) hjálpin ikki kann veitast á verandi bústaði, og
2) tað verður mett mest hóskandi fyri umsorganina, ið veitast skal persóninum.
Stk. 3. Metingin í sambandi við tilmælið hjá myndugleikanum sambært stk. 1 og 2 skal ætla um, um avvarðandi kunnu geva persóninum neyðuga hjálp og umsorgan.
Stk. 4. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur við týðandi sálarligum virkistarni, ið býr í bútilboði, og sum setir seg upp ímóti at flyta ella vantar førleikan at geva samtykki, skal flyta í eitt annað bútilboð ella býli, tá:
1) núverandi bútilboð ella býli verður umbygt ella gjørt í stand,
2) núverandi bútilboð verður niðurlagt ella lagt saman,
3) neyðug hjálp og umsorgan ikki kann veitast í bútilboðnum ella býlinum, ella
4) flyting í annað bútilboð verður mett besta loysnin fyri persónin í mun til at varðveita tilknýti til avvarðandi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um flyting sambært stk. 4, undir hesum nær flyting er fyribils, og nær hon er endalig, undir hvørjum umstøðum persónurin kann flytast og samskipan við aðrar myndugleikar í mun til flyting.
Flyting uttan samtykki vegna hóttandi atburð og vanda fyri búfólk og starvsfólk
§ 14. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur við týðandi sálarligum virkistarni, og sum býr í bútilboði, og sum setir seg upp ímóti at flyta ella vantar førleikan at geva samtykki, skal flyta í eitt annað bútilboð ella býli, tá:
1) viðkomandi er til vanda fyri ella vísir ein hóttandi atburð móti øðrum búfólki ella starvsfólki,
2) mett verður, at tað er skilaleyst fyri trygdina hjá hinum búfólkunum og starvsfólkunum ikki at flyta viðkomandi,
3) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt, og
4) tað kann vísast á, at nýggja bútilboðið ella býlið betur hóskar seg til ítøkiliga tørvin hjá persóninum, undir hesum tørvin á neyðugari umsorgan og røkt.
Kapittul 4
Inntriv móti persóni undir 18 ár
Halda persóni undir 18 ár aftur og føra hann aftur
§ 15. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at halda persóni undir 18 ár føstum í eitt avmarkað tíðarskeið, til tess at forða honum í at fara avstað ella føra hann aftur hagar, hann fór frá, tá:
1) inntrivið er neyðugt, grundað á sosialnámsfrøðiligu viðgerðina, og
2) tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á heilsu ella menning hjá persóninum.
Flyting uttan samtykki vegna hóttandi atburð og vanda fyri búfólk og starvsfólk
§ 16. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur undir 18 ár, ið býr í bútilboði, og sum setir seg upp ímóti at flyta, skal flyta í eitt annað bútilboð ella býli, tá:
1) viðkomandi er til vanda fyri ella vísir ein hóttandi atburð móti øðrum búfólki ella starvsfólki,
2) mett verður, at tað er skilaleyst fyri trygdina hjá hinum búfólkunum og starvsfólkunum ikki at flyta viðkomandi,
3) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt, og
4) tað kann vísast á, at nýggja bútilboðið ella býlið betur hóskar seg til ítøkiliga tørvin hjá persóninum, undir hesum at veita honum neyðuga sosialnámsfrøðiliga viðgerð.
Forða fyri atgongd til og eftirlit við nýtsluni av internet og telefon
§ 17. Myndugleikin leggur tilmæli um at hava eftirlit við nýtsluni av interneti og telefon í eitt avmarkað tíðarskeið fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin hevur eftirlit við nýtsluni av telefon og interneti hjá persóni undir 18 ár, ið býr í bútilboði.
Stk. 2. Tilmælið sbrt. stk. 1 skal vera grundað á:
1) at eftirlitið er mett neyðugt, grundað á trygd, skilhald og sosialnámsfrøðiliga viðgerð, og
2) at tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á heilsu ella menning hjá persóninum.
Stk. 3. Myndugleikin leggur tilmæli um at forða fyri atgongd at nýta telefon og internet í avmarkað tíðarskeið fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin kann forða, heilt ella partvíst, fyri nýtslu av telefon og interneti hjá persóni undir 18 ár, ið býr í bútilboði.
Stk. 4. Tilmælið sbrt. stk. 3 skal vera grundað á:
1) at forðingin er mett neyðug, grundað á trygd, skilhald og sosialnámsfrøðiliga viðgerð,
2) at tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á heilsu ella menning hjá persóninum, og
3) at mett verður, at støðan ikki kann loysast sambært stk. 1.
Stk. 5. Uttan mun til stk. 1 og 3 skal persónurin altíð ótarnaður kunna samskifta við almennar myndugleikar ella advokat.
Stk. 6. Leiðslan kann í heilt serligum føri taka fyribils avgerð um at seta inntriv sambært stk. 1 og 3 í verk, um mett verður, at inntrivið ikki kann bíða.
Kapittul 5
Inntriv móti persóni, ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Halda persóni aftur og føra hann aftur
§ 18. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at halda persóni, ið er fevndur av § 49, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, aftur í eitt avmarkað tíðarskeið, til tess at forða honum í at fara avstað ella føra hann aftur hagar, hann fór frá, tá:
1) vandi er fyri, at persónur kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda,
2) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt at verja fyri vandanum, ella
3) inntrivið er mett neyðugt við atliti at trygdini, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Stk. 2. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um at halda persóni, ið er fevndur av § 49, stk. 2, aftur í eitt avmarkað tíðarskeið til tess at forða honum í at fara frá bútilboðnum og føra hann aftur til bútilboðið, tá:
1) inntrivið er neyðugt, grundað á sosialnámsfrøðiligu viðgerðina,
2) tað er eyðsýndur vandi fyri álvarsomum skaða á heilsu ella menning hjá persóninum, ella
3) inntrivið er mett neyðugt við atliti at trygdini, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Flyting uttan samtykki vegna hóttandi atburð og vanda fyri búfólk og starvsfólk
§ 19. Myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um, at ein persónur, ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, ið býr í bútilboði, og sum setir seg upp ímóti at flyta ella vantar førleikan at geva samtykki, skal flyta í eitt annað bútilboð ella býli, tá:
1) viðkomandi er til vanda fyri ella vísir ein hóttandi atburð móti øðrum búfólki ella starvsfólki,
2) mett verður, at tað er skilaleyst fyri trygdina hjá hinum búfólkunum og starvsfólkunum ikki at flyta viðkomandi,
3) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt, og
4) tað kann vísast á, at nýggja bútilboðið ella býlið betur hóskar seg til ítøkiliga tørvin hjá persóninum, undir hesum at veita honum tryggar karmar, røkt, umsorgan ella neyðuga sosialnámsfrøðiliga viðgerð.
Forða fyri atgongd til og eftirlit við nýtsluni av interneti og telefon
§ 20. Myndugleikin leggur tilmæli um at hava eftirlit við nýtsluni av interneti og telefon í eitt avmarkað tíðarskeið fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin hevur eftirlit við nýtsluni av telefon og interneti hjá persóni, ið býr í bútilboði, og ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 2. Tilmælið sambært stk. 1 skal vera grundað á, at eftirlitið er mett neyðugt við atliti at trygd og skilhaldi, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Stk. 3. Myndugleikin leggur tilmæli um at forða fyri atgongd at nýta telefon og internet í eitt avmarkað tíðarskeið fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin kann forða, heilt ella partvíst, fyri nýtslu av telefon og interneti hjá persóni, ið býr í bútilboði, og ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 4. Tilmælið sambært stk. 3 skal vera grundað á, at eftirlitið er mett neyðugt við atliti at trygd og skilhaldi, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Stk. 5. Uttan mun til stk. 1 og 3 skal persónurin altíð ótarnaður kunna samskifta við almennar myndugleikar ella advokat.
Stk. 6. Leiðslan kann í heilt serligum føri taka fyribils avgerð um at seta inntriv sambært stk. 1 og 3 í verk, um mett verður, at inntrivið ikki kann bíða.
Kanning av býli og ognarlutum hjá persóni
§ 21. Myndugleikin leggur tilmæli um at kanna ognarlutir og býli fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin kann fremja kanning av ognarlutum og býli hjá persóni, ið býr í bútilboði, og ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
Stk. 2. Tilmælið skal vera grundað á, at kanningin er mett neyðug við atliti at trygd og skilhaldi, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Stk. 3. Kanningin skal altíð fremjast av í minsta lagi tveimum starvsfólkum.
Stk. 4. Leiðslan kann í heilt serligum føri taka fyribils avgerð um at seta inntriv sambært stk. 1 í verk, tá mett verður, at inntrivið ikki kann bíða.
Leggja hald á ognarlutir hjá persóni
§ 22. Myndugleikin leggur tilmæli um at leggja hald á ognarlutir fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin kann leggja hald á ognarlutir, ið persónur, ið býr í bútilboði, og ið er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, hevur í síni varðveitslu.
Stk. 2. Tilmælið skal vera grundað á, at mett verður neyðugt at leggja hald á ognarlutirnar við atliti at trygd og skilhaldi, umframt at tálma ella tarna brotsverki.
Stk. 3. Verður hald lagt á ognarlutir sambært stk. 1, skal leiðslan skjótast gjørligt kunna persónin um hetta, føra ein lista yvir teir ognarlutir, ið hald er lagt á, og lata persóninum eitt avrit av hesum.
Stk. 4. Leiðslan kann í heilt serligum føri taka fyribils avgerð um at seta inntriv í verk, um mett verður, at inntrivið ikki kann bíða.
Læsa býli um náttina
§ 23. Myndugleikin leggur tilmæli um at læsa býli um náttina í eitt avmarkað tíðarskeið fyri tvingsilsnevndina, ið uttan rættarúrskurð kann gera av, at myndugleikin kann læsa persón, ið býr í bútilboði og er fevndur av § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, inni í sínum býli upp til 8 tímar í tíðarskeiðnum frá kl. 21.00 til kl. 08.00.
Stk. 2. Tilmælið skal vera grundað á trygd og skilhald, umframt at mett verður, at vandi annars er fyri, at persónurin rýmir frá bútilboðnum, og at:
1) inntrivið er ráðiligt, og heilsa hansara ikki er í vanda av inntrivinum,
2) mett verður, at persónurin ikki er í vanda fyri at beina fyri sær sjálvum,
3) persónurin hevur møguleika at heita á hjálp,
4) persónurin hevur atgongd til vesi og vatn, og
5) regluligt eftirlit er við persóninum, meðan hann er læstur inni.
Stk. 3. Leiðslan kann í heilt serligum føri taka fyribils avgerð um at seta inntriv í verk, um mett verður, at inntrivið ikki kann bíða.
Kapittul 6
Tilmæli, skráseting, gildistíð o.a.
Tilmæli
§ 24. Tá myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina sambært hesi løgtingslóg, skal tilmælið í minsta lagi greiða frá:
1) grundgevingini fyri, hví myndugleikin metir, at inntrivið er neyðugt,
2) hvussu inntrivið eftir ætlan verður sett í verk,
3) meting um tíðarkarmin kring inntrivið,
4) viðkomandi heilsuupplýsingum ella øðrum viðkomandi upplýsingum,
5) tí stuðli, sosialnámsfrøðiligu viðgerð, røkt og umsorgan, ið higartil er veitt sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, løgtingslóg um barnavernd og løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og
6) viðmerkingum til ætlaða inntrivið frá persóninum, advokati hansara og avvarðandi.
Stk. 2. Tá myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina sambært §§ 13, 14, 16 og 19, skal tilmælið, umframt tað, ið er nevnt í stk. 1, eisini greiða frá, hvussu nýggja bútilboðið ella býlið er innrættað, og hvussu stuðulin, sosialnámsfrøðiliga viðgerðin, hjálpin og røktin sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m. framhaldandi verður veitt, herímillum at greiða frá viðkomandi broytingum í hesum høpi.
Stk. 3. Avvarðandi kunnu skrivliga heita á myndugleikan um at leggja tilmæli sambært stk. 1 ella 2 um ávíst inntriv fyri tvingsilsnevndina.
Stk. 4. Um myndugleikin tekur avgerð um ikki at ganga áheitan sambært stk. 3 á møti, kunnu avvarðandi kæra hesa avgerð til tvingsilsnevndina sambært § 30, stk. 4.
Góðkenning av fyribils avgerð
§ 25. Myndugleikin skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 7 dagar eftir, at fyribils avgerð er tikin sambært §§ 17 og 20-23, leggja tilmæli fyri tvingsilsnevndina sambært § 24.
Hjálp frá advokati
§ 26. Myndugleikin skal tryggja, at persónur ella avvarðandi fáa møguleikan at fáa hjálp frá advokati til at røkja teirra áhugamál í málum, har myndugleikin leggur tilmæli fyri tvingsilsnevndina um inntriv sambært § 10, §§ 13-19 og § 23.
Stk. 2. Viðmerkingar frá advokati skulu leggjast fyri tvingsilsnevndina í tilmælinum sambært § 24.
Stk. 3. Myndugleikin rindar fyri advokatin eftir reglunum um rættarhjálp og fría rættarførslu samanber kapittul 41 í lov for Færøerne om rettens pleje.
Skráseting
§ 27. Leiðslan hevur ábyrgd av at skráseta, og at frágreiðing verður gjørd.
Stk. 2. Skráseting verður framd á serligum oyðublaði. Skráseting av inntrivi skal fremjast skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at inntrivið er sett í verk. Oyðublaðið skal í minsta lagi innihalda:
1) navn á persóninum,
2) lýsing av inntrivinum,
3) grundgeving fyri inntrivinum,
4) nær inntrivið er sett í verk, og
5) nær inntrivið er hildið uppat.
Stk. 3. Inntriv sambært §§ 8, 9, 11 og 12 skal skrásetast sambært stk. 2 fyrstu ferð, inntriv verður sett í verk, og síðani skal frágreiðing gerast hálvárliga á serligum oyðublaði í sambandi við framhaldandi nýtslu av inntrivinum. Frágreiðingin skal í minsta lagi greiða frá:
1) hvussu inntrivið hevur hilnast í mun til at veita persóninum neyðuga trygd, røkt, stuðul og umsorgan, og
2) í hvønn mun inntrivið er mett neyðugt í mun til framhaldandi at veita persóninum neyðuga trygd, røkt, stuðul og umsorgan.
Fráboðan
§ 28. Leiðslan hevur ábyrgd av, at fráboðan verður framd.
Stk. 2. Inntriv skrásett sambært § 27, stk. 2 skal fráboðast myndugleikanum og skal vera myndugleikanum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at inntrivið er skrásett.
Stk. 3. Myndugleikin skal boða avvarðandi frá um inntriv skrásett sambært § 27, stk. 2 skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at myndugleikin hevur fingið fráboðanina. Er persónurin fevndur av løgtingslóg um barnavernd, skal myndugleikin harafturat boða avvarðandi barnaverndartænastu frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at myndugleikin hevur fingið fráboðanina.
Stk. 4. Frágreiðing sambært § 27, stk. 3 skal fráboðast myndugleikanum skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at hon er gjørd.
Stk. 5. Myndugleikin skal boða avvarðandi frá um frágreiðing sambært § 27, stk. 3 skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir, at hon er móttikin.
Stk. 6. Myndugleikin skal í seinasta lagi 1 juli og 1. januar á hvørjum ári lata tvingsilsnevndini allar fráboðanir um skrásett inntriv og frágreiðingar.
Gildistíð
§ 29. Tvingsilsnevndin ásetir hesar gildistíðir fyri góðkend inntriv:
1) Góðkenning av inntrivi sambært §§ 13, 14, 16, 19, 21 og 22 hevur eina gildistíð, ið knýtir seg til metta tíðarkarmin í sambandi við útinning av inntrivinum.
2) Góðkenning av inntrivi sambært §§ 10, 15, 17, 18, 20 og 23 hevur eina gildistíð, ið er í mesta lagi 6 mánaðir hvørja ferð.
3) Góðkenning av inntrivi sambært §§ 8, 9, 11 og 12 hevur eina gildistíð, ið er í mesta lagi 24 mánaðir hvørja ferð.
Stk. 2. Hóast gildistíðina í stk. 1 skulu myndugleikin og leiðslan støðugt meta um ítøkiliga tørvin á inntrivinum, ið góðkenningin er grundað á, og tillaga ella steðga inntrivinum, um inntrivið ikki longur er neyðugt, samanber § 3.
Kærumøguleiki
§ 30. Avgerð, tikin av tvingsilsnevndini sambært hesi løgtingslóg, kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, og tað hevur ikki steðgandi virknað, um avgerðin verður løgd fyri Føroya Rætt. Tvingsilsnevndin skal eftir áheitan frá persóninum, advokati hansara ella avvarðandi skjótast gjørligt leggja avgerð, ið nevndin hevur tikið sambært § 10 og §§ 13-20, fyri Føroya Rætt.
Stk. 2. Inntriv, framt av leiðslu ella starvsfólki, ið ikki er sambært góðkendum tilmæli sambært § 24, kann innan 4 vikur eftir, at inntrivið er framt, leggjast fyri tvingsilsnevndina. Tvingsilsnevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað. Tvingsilsnevndin skal taka avgerð skjótast gjørligt eftir, at kæran er móttikin.
Stk. 3. Inntriv, framt av leiðslu ella starvsfólki, ið er eftir góðkendum tilmæli sambært § 24, kann í gildistíðini leggjast fyri tvingsilsnevndina av nýggjum, um mett verður, at inntrivið ikki lýkur treytirnar í § 3, samanber § 29, stk. 2. Tvingsilsnevndin skal taka avgerð skjótast gjørligt.
Stk. 4. Avgerð sambært § 24, stk. 4 kann innan 4 vikur kærast til tvingsilsnevndina. Tvingsilsnevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
Stk. 5. Persónur, ið hevur verið fyri inntrivi, ið er 15 ár og eldri, advokatur hansara og avvarðandi hava kærurætt sambært stk. 2-4.
Stk. 6. Kæruvegleiðing skal skjótast gjørligt gevast teimum, ið hava kærurætt sambært stk. 5.
Gildiskoma
§ 31. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 25. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 82/2019