6. mai 2003Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Somuleiðis verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Persónar, ið hava latið inn umsókn, áðrenn lógin kemur í gildi, eru eisini fevndir av ásetingini í § 1.
Tórshavn, 6. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 47/2002