6. mai 2022Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
(Beinleiðis atgongd til elektroniskar upplýsingar í telduskipanum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2015, verður í § 21 aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Grannskoðan sambært hesi lóg kann verða framd við beinleiðis atgongd til elektroniskar upplýsingar í teimum telduskipanum, sum eru grundarlag undir grannskoðanini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 139/2021