Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2012Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 2. september 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Heildarkvota sambært hesi lóg er tann nøgd av ávísum fiskaslagi, ella fiskastovni, í tonsum, rund vekt, sum fiskifør undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært antin kvotuskipan, sum landsstýrismaðurin ásetir við heimild í lógini, sambært árligum semjum í millumlanda fiskivinnunevndum, ella sambært árligum millumlanda avtalum við onnur lond.”
2) § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Før undir føroyskum flaggi kunnu bert umskipa, lata veiðu ella úrdrátt úr veiðu til annað far, ella taka ímóti veiðu ella úrdrátti úr veiðu frá øðrum fari við loyvi frá landsstýrismanninum.”
3) Í § 20, stk. 1 verður sum 2. og 3. pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann lata eigara av ávísum fiskifari rætt at veiða ávísa nøgd úr ávísum fiskastovni á ávísum leiðum í ávísum fiskiári sum samsýning fyri, at fiskifarið ger vísindaligar fiskirannsóknir fyri Havstovuna. Kvotan kann latast sum egin árskvota, sum ikki gevur rættindi sambært § 13 í hesi lóg, og sum ikki kann avhendast endaliga sambært § 15 í hesi lóg.”
4) Í § 36, stk. 1 verða sum nýggj pkt. 2, 3, 4 og 5 sett:
“Eisini kann landsstýrismaðurin áleggja førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu, at hava umborð eygleiðara frá Fiskiveiðieftirlitinum. Útreiðslur til kost og uppihald ber farið. Landsstýrismaðurin kann harumframt áleggja førunum at bera lønarkostnaðin. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið og við aðrar myndugleikar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 7. juni 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 192/2011