24. mai 2005Nr. 74
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4 verður sett inn nýtt stk.6, sum verður soljóðandi: “Stk. 6. Ásetingarnar í stk 1 – 5 galda samsvarandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.”
2. Í § 11, 2. pkt. verður “125 % av avgjaldskylduga virðinum” broytt til “50 % av avgjaldskylduga virðinum, tó 125% fyri motorsúkklur, fevndar av § 15”.
§ 2
Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 24. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 27/2004