Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 1992Nr. 75
Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 23. desember 2015
Umráði
§ 1. 1) 2) 3) Til landskassan verður at rinda kr. 2,50 fyri hvønn litur av smyrjiolju vørunummar 2710.19.81, hydraulikolju vørunummar 2710.19.83, hvítolju vørunummar 2710.19.85 og gearolju vørunummar 2710.19.87 í toll- og vøruskránni.
Gjald
§ 2. Gjaldið skal rindast av tí, sum innflytir ella framleiðir nevndu vørur.
Stk. 2. Gjaldið verður innkravt av tollvaldinum og gjaldsskylda, frítøka, endurrindan, innkrevjing, eftirlit o.a., verða sum ásett í løgtingslóg um toll.
Innsavningarskipan og viðgerð
§ 3. Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalu við innsavnara og burturbeinara, um innsavnan og viðgerð av spillolju og um gjald fyri hetta.
Revsireglur
§ 4. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað sambært ásetingunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.
Gildi o.a.
§ 5. 3) (Strikað).
§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20. desember 2001
2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 2. juni 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 23. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.”