Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 75
Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum um ómyndugleika v.m
(Broytingar í sambandi við verjumálslógina)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 13, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Somu frásagnarskyldu hevur verjin, tá ið rættarligi myndugleikin verður frátikin eftir verjumálslógini § 6.
Stk. 3. Tá ið ómyndugur fær eigindóm sum arv, ella viðkomandi á annan hátt ognast fastan eigindóm, skal verjin tinglýsa ómyndugleikan. Fyri ómynding av aldri skal føðingardagur hansara upplýsast.”
2) § 48, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini § 6 skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðari trúgv verða gjørdar við ómynding. Móti avtalum um fastan eigindóm skal tinglýsing eisini fara fram sambært § 1 í hesi lóg. “
§ 2
Í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður “gjørdur ómyndugur” broytt til: “undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6”
2) Allur hin danski teksturin í lógini verður strikaður.
§ 3
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007, verður § 35, 3. pkt. orðað soleiðis:
“Almannastovan kann, um neyðugt, reisa mál um, at rættarligi myndugleikin verður frátikin eftir verjumálslógini § 6, ella at persónurin kemur undir verjumál eftir § 5 ella samverjumál eftir § 7 í verjumálslógini.”
§ 4
Í anordning nr. 1356 frá 9. desember 2007 om aktieselskaber, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Stovnarnir skulu vera myndugir, skulu ikki vera undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og skulu ikki hava boðað frá gjaldsteðgi ella vera undir trotabúsviðgerð.”
2) § 52, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Nevndarlimir og stjórar skulu vera myndugir, skulu ikki vera undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7.“
3) § 149, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Deildarstjórar skulu vera myndugir, skulu ikki vera undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7.“
§ 5
Í anordning nr. 1113 frá 20. september 2007 om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður § 13, 1. pkt. orðað soleiðis:
“Nevndarlimir og stjórar skulu vera myndugir, skulu ikki vera undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7.”
§ 6
Í anordning nr. 1111 frá 20. september 2007 om anpartsselskaber, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður § 4, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Ein stovnari skal ikki hava boðað frá gjaldsteðgi ella vera undir trotabúsviðgerð, og ein fysiskur persónur skal vera myndugur, skal ikki vera undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7.”
§ 7
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008 verður § 11, stk. 1, nr. 6 orðað soleiðis:
“6) at viðkomandi er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7.“
§ 8
Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 31, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini § 6 frá eigara av skrásettum rættindum í skipi skal skrásetast fyri at kunna gerast galdandi móti avtalum um skipið, sum verða gjørdar í góðari trúgv við tann ómynduga.”
2) § 31. stk. 3, 2. pkt. verður strikað.
3) § 41, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tó hevst móti teimum, sum fingið hava skjal í góðari trúgv, tað mótmælið, at skjalið er falskt ella falsað, ella givið løgleyst, orsakað av persónligum harðskapi ella hóttan um harðskap í stundini, ella at hann, sum gav skjalið út, hevði mist rættarliga myndugleika sín eftir verjumálslógini § 6.”
§ 9
Í løgtingslóg nr. 64 frá 27. apríl 2001 um vinnu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1, nr. 2 verða orðini “lógini um ómyndingar” broytt til: “verjumálslógini”.
2) Í § 7, 1. pkt. verður “ gjørdur ómyndugur” broytt til: “undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6.”
3) Í § 7, 2. pkt. verður “ gjørdur ómyndugur” broytt til: “er komin undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini.”
§ 10
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 12, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) hevur fylt 25 ár, er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7,”
2) Í § 16, stk. 4, 1. pkt. verður “gjørdur er ómyndugur” broytt til “komin er undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini” í 2 førum.
3) Í § 16, stk. 4, 2. pkt. verður “varð gjørdur ómyndugur” broytt til “kom undir verjumál eftir § 6 í verjumálslógini.”
§ 11
Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar, sum broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 20 apríl 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“eru myndugir og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7,”
2) Allur hin danski teksturin í lógini verður strikaður.
§ 12
Í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, verður § 4, stk. 1, nr. 3 orðað soleiðis:
“3) Umsøkjarin skal vera myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, og hava ræði á búgvi sínum”
§ 13
Stk. 1. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.
Stk. 2. 1) Tó kemur § 2 ikki í gildi, fyrr enn tað verður ásett við serstakari løgtingslóg.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 131/2008