Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2003Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
(Ásetingarlógin – skattalætti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:
1) Galdandi frá 1. januar 2003 til 31. desember 2003:
Er inntøkan minni enn kr. 21.000,-, verður latið 0%.
|
Er inntøkan kr. |
Men minni enn kr. |
verður latið kr |
av |
og av restini % |
|
21.000 |
65.000 |
0 |
21.000 |
8,0 % |
|
65.000 |
120.000 |
3.520 |
65.000 |
19,0 % |
|
120.000 |
160.000 |
13.970 |
120.000 |
23,5 % |
|
160.000 |
|
23.370 |
160.000 |
37,0 % |
2) Galdandi frá 1. januar 2004:
Er inntøkan minni enn kr. 22.000,-, verður latið 0%.
|
Er inntøkan kr. |
Men minni enn kr. |
verður latið kr |
av |
og av restini % |
|
22.000 |
65.000 |
0 |
22.000 |
7,0 % |
|
65.000 |
120.000 |
3.010 |
65.000 |
19,0 % |
|
120.000 |
170.000 |
13.460 |
120.000 |
23,0 % |
|
170.000 |
|
24.960 |
170.000 |
36,0 % |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 6. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2002