Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2022Nr. 76
Løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um medisinska útgerð og hvørji sløg av medisinskari útgerð kunnu innflytast og nýtast í Føroyum. Umframt hetta fevnir løgtingslógin um at góðskutryggja medisinska útgerð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um:
1) Krøv til trygd, góðsku og virkisføri.
2) Krøv til góðkenning av sniði og góðkenning av framleiðsluhátti, umframt merking.
3) Forboð fyri ella skerjingar í atgongd til marknaðarførslu, sølu, útbjóðing og nýtslu.
4) Eftirlit, undir hesum atgongd til viðkomandi framleiðslu, sølu og goymsluhøli, uttan rættarúrskurð.
5) Fráboðan til Landsapotekaran av tilburðum, frágreiðingum um úrslit frá kanningum av tilburðum og trygdarrelateraðum leiðbeinandi atgerðum.
6) Boð um afturtøku, afturkeyp, umframt at minka um váðan og lýti í medisinskari útgerð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um formkrøv til umsóknir, fráboðanir og frágreiðingar, ið verða sendar Landsapotekaranum eftir ásetingum í stk. 2, undir hesum at umsóknir, fráboðanir og frágreiðingar verða latnar inn í teldutøkum líki.
§ 2. Landsapotekarin skrásetir:
1) Tey, ið innflyta og selja medisinska útgerð,
2) fráboðan av tilburðum við medisinskari útgerð, og
3) upplýsingar, ið gera tað møguligt at eyðmerkja tey sløg av medisinskari útgerð, ið verða innflutt og seld í Føroyum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skráseting sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um formkrøv til fráboðanir, ið verða sendar Landsapotekaranum eftir ásetingum í stk. 1, undir hesum at fráboðanir verða latnar inn í teldutøkum líki.
§ 3. Tey, ið innflyta og selja medisinska útgerð, goyma avrit av fakturum, ið eru viðkomandi fyri ta medisinsku útgerðina, ið er seld og útflýggjað til føroyska marknaðin. Sum ein liður í marknaðareftirlitinum av medisinskari útgerð, kann Landsapotekarin krevja at fáa avrit av fakturum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fakturar sbrt. stk. 1.
§ 4. Landsapotekarin kann fremja eftirlit við, at tey, sum innflyta og selja medisinska útgerð, halda ásetingar og krøv í hesi løgtingslógini og í kunngerðum við heimild í hesi løgtingslógini.
Stk. 2. Landsapotekarin kann harumframt fremja eftirlit við, at medisinsk útgerð, ið verður innflutt og seld í Føroyum, lýkur tey krøv, ið eru ásett í hesi løgtingslóg og kunngerðum, ið hava heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Umboð fyri Landsapotekaran hevur, við hóskandi samleikaprógvi og uttan rættarúrskurð, atgongd til øll viðkomandi søluhøli og goymsluhøli, ið verða nýtt av teimum, ið innflyta og selja medisinska útgerð, við atliti at fremja tað í stk. 1 og 2 nevnda eftirlit.
Stk. 4. Landsapotekarin kann áleggja fyritøkum at útflýggja eintøk av útgerð umframt øll skjøl, ið eru neyðug til tess at fremja eftirlit á fullgóðan hátt.
§ 5. Ávís medisinsk útgerð kann einans útflýggjast av apoteki, undir hesum bert eftir bílegging frá lækna ella tannlækna.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um útflýggjan av ávísari medisinska útgerð sbrt. stk. 1.
§ 6. Ein framleiðari ella eigari av einum serhandli, ið er staðsettur í Føroyum, og sum marknaðarførir ella selur medisinska útgerð í váðaflokki I, II a, II b ella III, ella virkna medisinska útgerð at seta í vevnaðin, skal boða Landsapotekaranum frá um virksemi sítt. Ein umboðsmaður, ið er tilknýttur framleiðara av ella eigara av serhandli, ið selur medisinska útgerð í váðaflokki I, II a, II b, ella III, ella virkna medisinska útgerð at seta í vevnaðin, hevur eisini skyldu at boða Landsapotekaranum frá um virksemi sítt. Váðaflokkar sbrt. hesi grein verða lýstir í skjali 1.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fráboðanarskyldu sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um formkrøv til fráboðanir og skrásetingar, ið verða sendar Landsapotekaranum eftir ásetingum í stk.1, undir hesum, at fráboðanir verða latnar inn í teldutøkum líki.
§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, ið seta krøv til, at lýsingar av medisinskari útgerð skulu verða sakligar og dekkandi, og at lýsingin ikki má innihalda skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
§ 8. Landsapotekarin kann áleggja einum framleiðara ella umboði fyri framleiðara, ið hevur ábyrgd av at marknaðarføra medisinska útgerð, at almannakunngera ella útflýggja upplýsingar um møgulig brek við útgerðini til heilsustarvsfólk og sjúkrahús.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta krøv til form og innihald av teimum upplýsingum, ið nevndar eru í stk. 1. Landsapotekarin kann harumframt áseta freistir fyri, nær hesar upplýsingar skulu almannakunngerast ella útflýggjast.
§ 9. Við sekt verður tann revsaður, sum brýtur § 1, stk. 2, nr. 6 ella § 6, stk. 1. Harumframt verður tann, ið noktar umboðum fyri Landsapotekaran atgongd sbrt. § 4, stk. 3 revsaður við sekt. Eisini verður tann, ið sýtir at gera eftir boðum frá Landsapotekaranum sbrt. § 4, stk. 4 og § 8, revsaður við sekt, um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Uttan so, at harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verða brot á ásetingar í kunngerðum við heimild í hesi løgtingslógini revsað við sekt.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við ES ella myndugleikar í einstøkum tjóðum um at skifta um upplýsingar um medisinska útgerð, skrásettar fyritøku o.tíl.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur til tess at lúka avtalur við ES og danskar myndugleikar.
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2023.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 89/2021
Skjal 1
Yvirlit yvir váðaflokkar I, II a, II b og III
Medisinsk útgerð verður flokkað í váðaflokk I, II a, II b og III. Medisinsk útgerð í váðaflokki I er at rokna sum útgerð, ið hevur lítlan váða, og er sum meginregla útgerð, ið ikki er ætlað heilt ella partvíst at skula inn í kroppin. Gongustativ og rullistólar eru dømi um medisinska útgerð í váðaflokki I. Útgerð í váðabólki III hevur hægsta váðan, og er vanliga útgerð, sum verður sett inn í kroppin sum t.d. bróstpútur (brystimplantat) og kvikil (pacemaker).