8. mai 2001Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina verður § 5, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um atgongd hjá almenninginum at kunna seg við upplýsingar í edv-skráum v.m., ið ikki eru fevndar av lóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Herundir kunnu eisini ásetast reglur um gjald.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.