15. august 2008Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Strikað.
2) Strikað.
3) Í § 27 verður “frá 1. september 2007 til 31. august 2008” broytt til: “frá 1. september 2008 til 31. august 2009.”
4) (Strikað).
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 15. august 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 1/2008
1) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009