Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 76
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður upphæddin “kr. 2.405” broytt til “kr. 2.124”.
2) Í § 11 verður seinasta pkt. orðað soleiðis: “Vistarhaldsstudningurin er kr. 2.405.”
3) Í § 12, stk. 2 verður upphæddin “kr. 600” broytt til “kr. 724”.
4) Í § 12 verður sett sum nýtt stk. 4:
“Stk. 4. Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar sambært “løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008.” Studningurin til einsamalla uppihaldaran er kr. 1448 um mánaðin.
Stk. 4 verður hereftir stk. 5”
5) Í § 13, stk. 1 verður sett sum 3. pkt.: “Møguligur stuðul til skúlagjaldið frá SU ella øðrum lestrarstuðulsstovni verður roknaður sum partur av nevndu upphædd.”
6) Í § 19 stk. 1 verður sett sum 2. pkt.: “Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2009”.
7) Í § 19 stk. 2 verður “§§ 7–10” broytt til “§§ 7–12”.
§ 2
Henda lóg fær gildi 1. august 2009. § 1 nr. 3 og nr. 4 fáa tó gildi 1. januar 2010
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 181/2008