Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 2023Nr. 77
Løgtingslóg um grundvatn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki og allýsing
§ 1. Grundvatn er ráevni í undirgrundini og tí fólksins ogn.
Stk. 2. Løgtingslógin ásetur reglur um, hvussu grundvatn kann gagnnýtast.
§ 2. Grundvatn er vatn, sum situr í rivum, fláamørkum og opum í undirgrundini í mettaða beltinum.
Stk. 2. Omanávatn, t.e. vatn, sum rennur í áum, vøtnum o.tíl., er ikki fevnt av løgtingslógini.
Almenn krøv
§ 3. Grundvatn skal verjast móti dálking og øðrum inntrivum, sum kunnu minka um vatngóðskuna.
§ 4. Øll gagnnýtsla av grundvatni skal vera burðardygg.
Stk. 2. Loyvi at gagnnýta grundvatn kann ikki latast, fyrr enn avvarðandi myndugleiki hevur mett um avleiðingar fyri náttúru og umhvørvi, og tá bara um mett verður, at árinini, sum standast ella kunnu standast av at gagnnýta grundvatnið, ikki í týðandi mun ávirka náttúru og umhvørvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann seta forboð fyri gagnnýtslu, sum annars er heimilað eftir hesi løgtingslóg, um mett verður, at ætlaða ella framhaldandi nýtslan ikki verður mett at vera burðardygg.
Loyvisveitan
§ 5. Um grundvatn rennur upp av sær sjálvum á einum matrikli, kann eigarin gagnnýta vatnið í egnum húsarhaldi, um vatnið hóskar til ætlaðu nýtsluna, og um loyvi er fingið til tess frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landið og síðani avvarðandi kommuna hava framíhjárætt at brúka grundvatn, og loyvið eftir stk. 1 er tískil treytað av, at landið ella kommunan ikki skal brúka vatnið til endamál, fevnd av § 6.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 kunnu ikki latast ella seljast øðrum.
§ 6. Landsstýrismaðurin kann veita landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at gagnnýta grundvatn til t.d. orkuveiting, ta kommunalu vatnveitingina og onnur almannagagnlig endamál.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 kunnu ikki latast ella seljast øðrum.
§ 7. Landsstýrismaðurin kann veita loyvi til vinnuliga gagnnýtslu av grundvatni, sum rennur í ella sum kann vinnast burtur úr undirgrundini, tá alment er lýst eftir umsóknum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis veita virkjum og fyritøkum loyvi at gagnnýta grundvatn á egnum ella leigaðum grundøki, um vatnið skal brúkast til ta vinnuligu framleiðsluna hjá virkinum ella fyritøkuni. Loyvi verður latið eftir umsókn.
Stk. 3. Treytað av, at vatnnøgdin er nóg stór, kunnu fleiri loyvi latast til somu keldu ella grundvatnsgoymslu.
Stk. 4. Loyvi til vinnuliga gagnnýtslu av grundvatni kann bara latast smápartafelag ella partafelag, sum er skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum er fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan, og sum hevur høvuðssæti í Føroyum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur og treytir fyri vinnuligari gagnnýtslu av grundvatni, undir hesum m.a. treytir um jarðfrøðiligar boriroyndir, boritøkni, um at máta vatnnøgdir og vatngóðsku, og um at lata myndugleikunum upplýsingar um hesi viðurskifti.
Loyvistreytir
§ 8. Tá loyvi eftir § 7, stk. 1 og 2, verður latið, skal dentur leggjast á, at vatnið verður gagnnýtt á skynsaman hátt, og at umsøkjarin hevur neyðugan fíggjarligan og tøkniligan førleika at fremja ætlanina.
Stk. 2. Við loyvum eftir § 7, stk. 1 og 2, kunnu leggjast treytir um kanningar, frágreiðingar og upplýsingarskyldu loyvishava, treytir um uppseting og burturbeining av útbúnaði, treytir um burturbeining av avlopsvatni, treytir um, nær loyvishavi kann fara undir at gagnnýta vatnið o.a.
Stk. 3. Loyvi eftir § 7, stk. 1 og 2, kann eftir umstøðunum verða avmarkað og treytað, og sleppur ikki loyvishava undan at fáa til vegar øll onnur loyvi, ið eru kravd eftir aðrari lóggávu.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta gjald fyri loyvi at gagnnýta grundvatn, undir hesum eisini reglur um ymisk gjøld fyri ymsa nýtslu.
Afturtøka og søla av loyvum
§ 9. Loyvi eftir § 7, stk. 1 og 2, verður tikið aftur, um tað ikki verður brúkt 12 mánaðir á rað, ella um ásetingarnar í hesi løgtingslóg, í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, ella treytir í loyvinum sjálvum, ikki verða hildnar.
Stk. 2. Loyvi eftir § 5 og § 6 verða tikin aftur, um tey ikki eru tikin í nýtslu í seinasta lagi tvey ár eftir, at tey eru latin.
§ 10. Loyvi eftir § 7, stk. 1 og 2, kann bara latast ella seljast øðrum, um landsstýrismaðurin frammanundan hevur góðkent hetta.
Stk. 2. Treytirnar í § 8 galda á sama hátt fyri avhendingar eftir § 10, stk. 1.
Loyvistíðarskeið
§ 11. Loyvi eftir § 5 verður latið fyrstu ferð fyri í mesta lagi 20 ár, og loyvi eftir § 6 ella § 7 verður latið fyrstu ferð fyri í mesta lagi 10 ár. Síðani kann loyvi verða endurnýggjað upp í 5 ár í senn, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 9 eru galdandi uttan mun til loyvistíðarskeið.
Stk. 3. Áðrenn loyvi kann verða endurnýggjað eftir stk. 1, skal myndugleikin meta um, hvørt vatnnýtslan framvegis er burðardygg, eins og metast skal um, hvørt tað hjá landi ella avvarðandi kommunu eru almannagagnlig endamál, sum skulu hava framíhjárætt at gagnnýta vatnið.
Uppsetan av útbúnaði á privatari ogn
§ 12. Útbúnaður til tess at gagnnýta grundvatn kann setast upp á privatari ogn uttan endurgjald, um tað kann gerast uttan stórvegis ampa fyri eigaran.
Stk. 2. Tann, sum skal seta upp útbúnaðin, nevndur í stk. 1, hevur heimild at gera neyðugar fyrireikandi uppmátingar, annað tøkniligt fyrireikingararbeiði og aðrar kanningar.
Stk. 3. Endurrindað verður fyri skaðar, ið standast av arbeiðinum. Fæst ikki semja um endurgjaldið, ásetur Jarðfeingi upphæddina. Avgerðin hjá Jarðfeingi kann kærast til landsstýrismannin.
Stk. 4. Eigarin skal hava boð um arbeiðið 4 vikur undan, at arbeiðið ætlandi byrjar. Fæst ikki semja við eigaran, kann ætlanin verða viðgjørd sum ognartøka eftir § 13.
Ognartøka
§ 13. Tá ið almannagagnið krevur tað, verður landsstýrismanni og kommunum heimilað, móti fullum endurgjaldi, at ognartaka lendi til útbúnað o.a., sum er neyðugt fyri at gagnnýta grundvatn.
Stk. 2. Farið verður fram eftir reglunum í Lov om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne.
Heimildir og kæra
§ 14. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildir sínar eftir hesi løgtingslóg til stovn undir landsstýrinum.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir løgtingslógini til stovn undir landsstýrinum, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um rættin at kæra um avgerðir myndugleikans, m.a. at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika, og um rættin hjá myndugleikunum at taka upp aftur eitt mál, eftir at kæra er komin inn.
Revsing
§ 15. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu verður við sekt revsaður tann, sum fer undir at gagnnýta grundvatn uttan at loyvi er fingið til tess eftir §§ 5-7, ella sum ikki heldur treytir, ásettar í loyvi, latið eftir §§ 5-7.
Stk. 2. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu verður við sekt revsaður tann, ið tilvitað tekur burtur, avlagar ella løstar merkingar o.a., sum verður gjørt í sambandi við arbeiði, fevnt av § 12.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 4. Í reglum, givnar við heimild í lógini, kann verða ásett, at brot verða revsað við sekt.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tá øll loyvi, ið eru givin við heimild í løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum, eru endurnýggjað, latin inn aftur ella tikin aftur, verður løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum sett úr gildi við kunngerð landsstýrismansins.
§ 17. Um loyvishavi, sum við heimild í løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum, hevur fingið loyvi at gagnnýta vatnið úr bergholinum, søkir um at leingja loyvistíðarskeiðið, skal umsóknin viðgerast eftir reglunum í hesi løgtingslógini.
Í Tinganesi, 1. juni 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 53/2022