Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2022Nr. 77
Løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn sum sjálvstøðugur stovnur undir landsstýrismanninum.
Uppgávur
§ 2. Fólkaheilsustýrið skal:
1) Gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuverkið.
2) Ráðgeva myndugleikum og stovnum í heilsufakligum spurningum.
3) Hava um hendi fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, tiltøk innan fólkaheilsu sum heild, umsita og styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu.
4) Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært løgtingslóg um gransking í mannaílegum.
5) Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti.
6) Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu.
7) Umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um, nær uppgávurnar í stk. 1 verða lagdar til Fólkaheilsustýrið og kann harumframt leggja aðrar uppgávur innan heilsuøkið til Fólkaheilsustýrið at umsita.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um Fólkaheilsustýrið og uppgávur tess.
Hagtøl og skráir
§ 3. Fólkaheilsustýrið skal:
1) Gera, skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum,
2) gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum, og
3) skipa, umsita og menna heilsuskráir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hagtøl, heilsufrágreiðingar, lýsingar, greiningar og heilsuskráir.
Granskingargrundað myndugleikatænasta
§ 4. Fólkaheilsustýrið kann útvega sær hjálp frá heilsugranskarum og øðrum serfrøðingum fyri at veita politiska myndugleikanum ráðgeving sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Heilsumálaráðið og Fólkaheilsustýrið gera avtalu um granskingargrundaða myndugleikatænastu, sambært stk. 1.
Gildiskoma og fylgibroytingar
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fólkaheilsuráð.
Stk. 2. Í § 7, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, verður “Landsstýrismaðurin í heilsumálum” broytt til: “Fólkaheilsustýrið”.
Stk. 3. Í § 9, stk. 5, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn verður “deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu” broytt til: “Sjúkrahúsverkið”.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2021