Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. december 2004Nr. 77
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 4, stk. 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “Bileftirlitinum”.
2) Í § 16, stk. 2 verður “tollvaldsins loyvi” broytt til: “loyvi frá Bileftirlitinum”.
3) Í § 21 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “Bileftirlitið”.
4) § 22 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya.”
5) Í § 23 a, stk. 3 verður “Toll- og Skattstovan” broytt til: “Bileftirlitið”.
6) Í § 25, stk. 1, nr. 1 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “Bileftirlitinum”.
7) Í § 25, stk. 1, nr. 2 verður “og § 22” strikað.
8) Í § 26, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til:”Bileftirlitið”.
9) § 28 verður orðað soleiðis:
“§ 28. Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og § 1, nr. 1-8 hava virknað frá 1. oktober 2004.
Tórshavn, 8. desember 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 18/2004