Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2000Nr. 77
Løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1
Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 29. desember 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 32 verður orðað soleiðis:
“§ 32. Samdøgursstovnar, har børn verða sett heimanífrá sambært hesi lóg, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið á slíkum stovnum v.m.”
2) § 43 verður orðað soleiðis:
“§ 43. Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum verða goldnar av landskassanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av í ivaføri um ein upphædd kann gjaldast sum barnaverndarútreiðsla.
Stk. 3. Tann, ið hevur uppihaldsskyldu at einum barni, sum verður sett heimanífrá, verður settur í gjald sambært reglunum í lógini um almenna forsorg.
Stk. 4. Barnaverndirnar kunnu gjalda útreiðsluna til frípláss sum barnaverndarútreiðsla, antin fult ella partvíst, har foreldur ikki sjálvi kunnu rinda hesar útreiðslur. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um frípláss.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.
Tórshavn, 17. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður