Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2022Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
(Tað verður ikki longur møguligt at fáa upplýst navnið á umsøkjarum til eitt tænastumannastørv, nágreining av ásetingini um royndarsetan og nær undantøk kunnu verða givin til royndarsetan, fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum hækkar úr 70 árum upp í 72 ár, forboðið fyri almennari frásøgn frá tænastumannaforhoyri og rættarfundum fevnir um bæði munnligar og skrivligar upplýsingar, heimild verður til at mótrokna í reiðiløn og ásetingarnar um lønarforskot og lønarskuldarbinding verða strikaðar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 9. juni 1988, løgtingslóg nr. 73 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 28 frá 19. mai 2008 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, nr. 1 verður “varug seta” broytt til: “føst setan”.
2. Í § 2, stk. 1, nr. 2 verður “varugari” broytt til: “fastari”.
3. § 5, stk. 3 verður strikað.
Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
4. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Fyrsta setan í fast starv fer fram aftan á 2 ára royndartænastu frammanundan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um at víkja frá kravinum um royndartænastu sambært stk. 1 í hesum førum:
1) Tá ið tænastumaður áður hevur verið tænastumaður, kann setanarmyndugleikin gera frávik frá regluni um royndartíð. Verður royndartíð kravd, kann hon í hesum førum í mesta lagi vera 1 ár.
2) Um tænastumaður frammanundan setan sum tænastumaður hevur verið settur sambært tænastumannalíknandi treytum ella sambært sáttmála innan tað almenna, kann tíðin í hesum starvi heilt ella partvís koma ístaðin fyri royndartíð. Setanarmyndugleikin tekur avgerð í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 3. Royndartíðin skal vera effektiv. Er royndarsettur tænastumaður burtur meira enn 2 mánaðir vegna sjúku, barnsburð o.tíl. verður royndartíðin longd við 1 mánaði fyri hvønn byrjaðan mánað.”
5. Í § 18 verður sum stk. 9 sett:
“Stk. 9. Ásetingin í stk. 8 fevnir um upplýsingar, ið eru fingnar til vegar bæði fyri og undir avhoyringum og rættarfundum, sum verða hildnir í málinum, og er galdandi fyri bæði skrivligar og munnligar upplýsingar.”
6. Í § 26 verður “70 ár” broytt til: “72 ár”.
7. Í § 29 verða sum stk. 2-4 sett:
“Stk. 2. Tænastumaður, sum er settur upp á áramál, fær í mesta lagi løn sambært stk. 1, til áramálið er runnið.
Stk. 3. Løn sambært stk. 1 verður ikki goldin honum, sum:
1) verður settur í ella fær ávíst annað starv, sum viðkomandi eftir §§ 11 og 12 hevur skyldu til at taka av,
2) er komin til fólkapensjónsaldur, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.,
3) er komin til tann fyri starvið galdandi fráfaringaraldur, ella
4) orsakað av sjúku, ella tí viðkomandi er óskikkaður, ikki kann átaka sær starv, sum viðkomandi á uppsagnardegnum hevði havt skyldu til at átikið sær eftir §§ 11 og 12.
Stk. 4. Løn sambært stk. 1 kann fyribils verða steðgað heilt ella partvíst, um viðkomandi fær starv hjá tí almenna, t.d. Løgtinginum, stovni undir Løgtinginum, landsstýrinum, stovni undir landsstýrinum, kommunum, kommunalum felagsskapum umframt sjálvsognarstovni, felagi, grunni o.tíl., um roknskapur teirra kemur undir § 2, stk. 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fyribils at steðga lønini heilt ella partvíst.”
8. § 30 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Ásetingarnar í § 2, stk. 1, nr. 2, § 5, stk. 4, § 6, § 7, § 10 og § 11, stk. 1 eru ikki galdandi fyri tænastumenn í fólkakirkjuni.”
9. Kapittul 11 verður strikaður.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 29, stk. 3, nr. 2 og stk. 4, sum ásett í § 1, nr. 5, er galdandi fyri reiðiløn til tænastumenn, sum verða uppsagdir til at fara úr starvi aftaná, at henda løgtingslóg er komin í gildi.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 105/2021