Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 10-03-1992
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 15. mai 2014

Kapittul 1

Lógarøki

§ 1. 1) 2) Í ”Føroysku Altjóða Skipaskránni” verða tikin upp føroysk skip, sum eru 100 skrásett tons brutto ella meira.

Stk. 2. Fyri at eitt skip skal kunna metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur, smb. tó ásetingina í § 7, stk. 2. Sum føroyskur eigari verður mettur parta-, smápartafelag ella vinnurekandi grunnur, skrásettur í Skráseting Føroya.

Stk. 3. Leiðarin av skipaskránni kann í serligum førum loyva teimum eigaraviðurskiftum, sum nevnd eru í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum við seinni broytingum.

Stk. 4. Prámar, lossingarbátar, dýpingarmaskinur, flótikranar, flótandi boripallar og líknandi verða at meta sum skip eftir lógini. Flótidokkir, kaðaltrumlur, flótandi íløt og onnur líknandi amboð verða ikki mett sum skip.

§ 2. Fiskifør og stuttleikafør kunnu ikki verða tikin upp í Føroysku Altjóða Skipaskránna.

§ 3. 3) Eitt skip, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, er undir føroyskum flaggi og stendur undir føroyskum rætti, jfr. tó ásetingina í § 7, stk. 2.

§ 4. 3) Skip, sum eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, mugu ikki flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir, jfr. tó ásetingina í § 7, stk. 2.

Stk. 2. Hetta er tó ikki galdandi fyri umskiping av farmi beinleiðis til ella frá útlandi, ella tá ið tað vegna støddina av farminum ella av øðrum ávum ikki eru nýtulig skip, sum kunnu átaka sær flutning.

§ 4 a. 4) Skip, sum eru 20 ár ella eldri, tá ið søkt verður um skráseting, kunnu ikki verða skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá.

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kann skráseting verða loyvd, um serlig atlit tala fyri, at skipið verður skrásett.

Stk. 3. Uttan mun til, um eitt skip, sum søkt verður um at fáa skrásett, lýkur kravið í stk. 1 um aldur, kann skráseting verða noktað, um m.a. tekniski standurin á skipinum ella rakstrarsøgan hjá skipinum ella reiðarínum, sum eigur ella rekur skipið, talar ímóti, at skipið verður skrásett.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu stk. 1-3 skulu umsitast.

Kapittul 2

Skrásetingin

§ 5. Leiðarin av Skipaskránni stendur fyri skránni.

Stk. 2. Áheitan um skráseting av einum skipi í Føroysku Altjóða Skipaskránni sleppur eigaranum undan fráboðanarskylduni sambært løgtingslóg um skráseting av skipum v.m.

§ 6. Skráseting verður gjørd annaðhvørt sum flutningur frá Skipaskránni við øllum rættindum og byrðum, sum flutningur frá útlendskari skrá ella sum nýupptøka av liðugtbygdum skipi.

§ 7. 3) Eitt skip, sum er skrásett í aðrari skrá, kann ikki samstundis vera skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, jfr. tó stk. 2.

Stk. 2. 3) Landsstýrismanninum í sjóvinnmálum verður heimlað í kunngerð at áseta reglur um bareboatskráseting.

§ 8. Eigarin av skipi, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, skal fráboða viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri ta framhaldandi skrásetingina.

Kapittul 3

Lønar- og arbeiðsviðurskifti

§ 9. 5) Fyri løn- og arbeiðsviðurskifti umborð á FAS-skipi kann kollektivur sáttmáli gerast við føroysk og útlendsk fakfeløg.

Stk. 2. 5) Í sáttmálum fyri einstaklingar um tænastu umborð á skipum í Føroysku Altjóða Skipaskránni skal nágreinilig áseting vera um, at sáttmálin er undir føroyskari lóggávu, og at træta um tulking ella brot á sáttmálan skal leggjast fyri Føroya Rætt ella føroyskan gerðarrætt.

Kapittul 4

Striking

§ 10. Um treytirnar fyri skráseting, jvb. § 1, ikki longur eru til staðar, strikar leiðarin av Skipaskránni skipið úr Føroysku Altjóða Skipaskránni.

Stk. 2. Leiðarin av Skipaskránni kann harumframt strika eitt skip úr Føroysku Atljóða Skipaskránni, um brot verður framt á § 4.

Stk. 3. 2) Um tað ikki er onnur grund fyri striking, sum umrøtt í løgtingslóg um skráseting av skipum v.m. § 26, stk. 2, flytir leiðarin av Skipaskránni skipið til Skipaskránna við øllum skrásettum rættindum og byrðum.

Kapittul 4 a 6)

Gjøld

 

§ 10 a. Eigari skal gjalda fyri upptøku í og striking úr skránni, undir hesum gjald fyri tjóðskaparbræv og gjald fyri veðbrøv og skaðaloysisbrøv v.m., til fígging av umsitingini av skipaskránni. 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um gjald sambært stk. 1, undir hesum at gjøldini fyri upptøku í skránna og fyri tjóðskaparbræv verða ásett við støði í skipastøddini (BT).

 

§ 10 b. Eigari av skipi, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, skal gjalda eitt árligt gjald pr. skip til Skipaeftirlitið til fígging av  uppgávum eftir sjóvinnulóggávuni, sum Skipaeftirlitið røkir viðvíkjandi skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá. Árliga gjaldið verður ásett við støði í aldri og stødd á skipinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um gjald sambært stk. 1.

Stk. 3. Gjaldið kann innheintast við panting.

Kapittul 5

Revsireglur v.m.

§ 11. 2) 3) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um:

1)   í hvønn mun reglurnar í løgtingslóg um skráseting av skipum v.m. verða at nýta fyri skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni,

2)   skipan og leiðslu av skránni,

3)   útgávu tjóðskaparbræva,

4)   merking skipa,

5)   at avgerðir eftir lógini hjá leiðaranum av Skipaskránni ikki kunnu leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika,

6)   6) (Strikað).

7)   um rættin hjá útlendskum sjómonnum at starvast á skipum skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni.

§ 12. Tann, sum ikki heldur § 4 ella § 8 verður sektaður.

Stk. 2. Í forskriftum, sum verða givin út av landsstýrinum við heimild í lógini, kunnu ásetast reglur um sekt fyri brot á hesar forskriftir.

Stk. 3. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi ella líknandi kann bótaábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 13. Henda lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 13. mai 1992.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 13. november 1998. § 2 í hesi lóg er soljóðandi: ”Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 62 frá 14.05.1997, strikaður.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 14. mai 1997.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 26. mai 2011.

5) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 15. mai 2014,har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Sáttmálar, ið eru gjørdir, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, varðveita sítt gildi, inntil teir fara úr gildi, sum avtalað.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2010. § 2 í hesi lóg er soljóðandi:”Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2010.”