Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Hækkan av viðbót til fólkapensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 5. desember 2014 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 1, 6. rað um viðbót til fólkapensjón – støk verður “2014” broytt til: “2015” og “39.252,00” til: “43.452,00*”.
2. Í § 3, nr. 1, 7. rað um viðbót til fólkapensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2015” og “30.372,00” til: “34.572,00*”.
3. Í § 3, nr. 1, undir talvuni verður sett “*Samlaða árliga upphæddin er galdandi fyri útgjald frá og við juli 2015. Fyri útgjøldini fram til juli mánaða eru árligu upphæddirnar kr. 39.252,00 fyri støk og kr. 30.372,00 fyri gift hvør.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við juli 2015.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 100/2014