25. mai 2009Nr. 78
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001, verður í § 2, stk. 1 “50%” broytt til: “40%”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009.
Stk. 2. Lógin hevur virknað fyri gjøld til uppihaldspening, sum falla til gjaldingar 1. juli 2009 ella seinni.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 175/2008