Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mai 2025Nr. 79
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
(Fylgibroytingar til broytingar í sjólógini viðvíkjandi Vrak-sáttmálanum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, § 2 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017, § 1 í løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, § 58 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 41 frá 16. mai 2024, verður aftan á § 31 a sett:
“§ 31 b. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um skyldu skiparans og reiðarans at fráboða viðkomandi myndugleikum, um eitt skip er partur í einari vanlukku á sjónum, ið hevur ført til eitt vrak sambært altjóða sáttmálanum um at burturbeina vrak.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um:
1) ábyrgd myndugleikans at lokalisera, uppmerkja og ávara um vrak, sum kunnu vera til vanda á sjónum,
2) hvørji viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina, tá støða skal takast til, um eitt vrak er til vanda,
3) ábyrgd myndugleikans at krevja av eigaranum, at vrakið skal burturbeinast, og
4) um heimild myndugleikans at standa fyri burturbeining av vraki fyri rokning reiðarans.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2025.
Í Tinganesi, 2. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 62/2024