Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2022Nr. 79
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir
(Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 árum upp í 62 ár, møguleiki fyri seniorsetan, fyribilssetan í hægri starv kann telja við í eftirlønini og dagføring av viðbót í sambandi við at fólkapensjónsaldurin hækkar næstu árini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 42 frá 27. mars 1990, løgtingslóg nr. 74 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 24 frá 14. mars 1997 og løgtingslóg nr. 35 frá 15. apríl 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 verður “60 ár“ broytt til: “62 ár”.
2. Í § 5 verða sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann avgera, at tænastumaður, sum fer í annað starv, ið er lønt eftir einum lægri lønarflokki, kann varðveita rættin til fáa eftirlønina roknaða eftir tí fyrrverandi, hægru lønini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann avgera, at eftirløngevandi lønin, sambært stk. 1 kann verða hækkað hjá einum tænastumanni, sum hevur verið fyribils settur í eitt starv í einum hægri lønarflokki, uttan at hann varð settur í starvið.”
3. § 6, stk. 2 og 3 verða strikað.
Stk. 4-6 verða eftir hetta stk. 2-4.
4. § 6, stk. 4, sum verður stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Eftirløntir tænastumenn, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldur sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a. fáa fram til fólkapensjónsaldur fyri hvørt eftirlønarár árliga viðbót, sum hjá giftum er 1/37 av kr. 29.419,44 og hjá støkum 1/37 av kr. 37.020,72.”
5. Í § 6, stk. 5, sum verður stk. 3, verður “60 ár” broytt til: “62 ár” og “fyllir 67 ár” broytt til: “røkkur fólkapensjónsaldur sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a”.
6. Í § 6, stk. 6, sum verður stk. 4, verður “2. stk.” broytt til: “stk. 3.”
7. Í § 7, stk. 1 verður “skuldi fingið uppsøgn vegna aldur” broytt til: “hevði fylt 70 ár”.
8. Í § 9, stk. 1 verður “60 ár” broytt til: “62 ár”.
9. Í § 11, stk. 1 verður “á deyðastrá” broytt til: “minni enn 3 mánaðir áðrenn hjúnafelagin doyði”.
10. Í § 12, stk. 2 verður “67 ár” broytt til: “fólkapensjónsaldur sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”
11. Í 12, stk. 3, 3. pkt. verður “fór frá vegna aldur” broytt til: “hevði fylt 70 ár”.
12. Í § 22, stk. 1, 1. pkt. verður “eftirlønarskeiðið” broytt til: “eftirsitiskeiðið”.
13. Í § 23, stk. 2, 1. pkt. verður “fylt 67 ár” broytt til: “rokkið fólkapensjónsaldur sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”
14. Í § 24, stk. 1, 2. pkt. verður “á deyðastrá” broytt til: “minni enn 3 mánaðir áðrenn hjúnafelagin doyði”.
15. § 24, stk. 3 verður strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1, 5 og 8 eru bert galdandi fyri tænastumenn, sum verða settir í starv eftir, at hendan løgtingslógin er komin í gildi.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 106/2021