Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2012Nr. 79
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5 stk. 1 verður aftaná “jarðrunnum brennievnum“ sett: “, vindorku”.
2) § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá ið loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verður veitt. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, ella áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3.”
§ 2
Sum nýtt § 5, stk. 3 verður sett:
”Stk. 3. Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð”.
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 7. juni 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 189/2011