Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2020Nr. 79
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, løgtingslóg nr. 40 frá 6. mai 2014 og løgtingslóg nr. 14 frá 16. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 28 verður orðað soleiðis:
“§ 28. Reglur um dygd o.a. í heilivági verða ásettar av landsstýrismanninum í eini heilivágsskrá ella tílíkt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera av, at heilivágsskráir, sum verða útgivnar av heilsumyndugleikunum í Danmark undir heitinum Danske Lægemiddelstandarder, heilt ella sum ein part skulu hava gildi her á landi.
Stk. 3. Í kunngerðum um heilivágsskrá sambært hesi grein kann sjálv heilivágsskráin verða undantikin frá kunngering í Kunngerðarblaðnum.”
2. Danski tvíteksturin í løgtingslógini verður strikaður.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 70/2019