Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 27-05-2005
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 15 A frá 27. mai 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

12. mai 2005Nr. 79

Lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa lóg:

Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar.

§ 1. Henda lóg fevnir um øll mál og málsøki, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Lógin fevnir ikki um hesi mál og málsøki:

1)   Stjórnarskipan danska ríkisins.

2)   Heimarætt danska ríkisins.

3)   Hægstarætt danska ríkisins.

4)   Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

5)   Gjaldoyra- og peningapolitikk.

§ 2. Føroyskir myndugleikar gera av, nær mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um, verða yvirtikin, sbr. tó stk. 2 og 3.

Stk. 2. Føroyskir myndugleikar gera av, eftir tinging við danskar myndugleikar, nær mál og málsøki á lista I í fylgiskjali lógarinnar verða yvirtikin.

Stk. 3. Málsøki, ið standa undir sama tali á nevnda lista I í stk. 2, verða yvirtikin samstundis.

§ 3. Føroyskir myndugleikar hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málum og málsøkjum, ið verða yvirtikin eftir § 2.

Stk. 2. Føroyskir myndugleikar yvirtaka útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við eitt mál ella eitt málsøki, sum yvirtikið verður.

§ 4. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.

§ 5. Ásetingarnar í § 5, § 6, § 10, stk. 2, 2. pkt., og § 13 í lóg um Føroya heimastýri virka á sama hátt í mun til mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um.

Stk. 2. Ásetingin í § 2, 4. pkt. í lóg um Føroya heimastýri virkar á sama hátt í mun til mál og málsøki, sum § 2, stk. 1 í hesi lóg fevnir um.

§ 6. Føroyskir myndugleikar kunnu sambært sáttmála við danskar myndugleikar taka yvir Vága Floghavn og ábyrgdina av at reka hana.

§ 7. Lógin fær gildi 29. juli 2005.

§ 8. Avvarðandi føroyskur myndugleiki viðger mál liðug, ið eru til viðgerðar hjá donskum myndugleika, tá ið málsøkið verður yvirtikið, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Avvarðandi danskur myndugleiki kann í serligum førum og eftir semju við avvarðandi føroyskan myndugleika gera av, at danskir myndugleikar viðgera ávís mál liðug.

 

 

Listi I

1)   Brotsmálaumsorgan.

2)   Fíggjarrættur.

3)   Flogferðsla.

4)   Fólkakirkja.

5)   Ídnaðarhugverksrættur.

6)   Leiðarbræv.

7)   Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættar­ganginum.

8)   Persóns-, húsfólka- og arvarættur.

9)   Revsirættur.

10) Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.

11) Sakførarastarvsemi.

12) Útlendingaøki og marknaeftirlit.

 

 

Tórshavn, 12. mai 2005

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 91/2004