7. juni 2012Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 verður sum 3. pkt. og 4. sett:
“Somuleiðs verður eitt gjald upp á 0,10 kr. pr. litur lagt á søluna til brúkaran av brenniolju (fuelolju). Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunummarinum 2710.19.70 (brenniolja).”
2) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Niðanfyri standandi meirvirðisgjaldskrásettu virki:
Garðyrki og plantuskúlar
Fiskaaling
Ídnaður
Gistingarhús
Vallaraheim
Farmaflutningsvirki
hava rætt til at fáa endurgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunumrunum:
2710.19.61 (fýringsolja),
2710.19.62 (autodieselolja) og
2710.19.69 (aðrar gassoljur).”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.
Tórshavn, 7. juni 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 191/2011