Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2003Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Føroyska ytra landleiðin er sjógvurin innan fyri linju, sum gongur 200 fjórðingar (1 fjórðingur = 1852 metrar) frá beinum grundlinjum, drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju:
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara
61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita
62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
4. Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyrðing úr Mykines vita
62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
5. Vestasti endi á Breiðufles
62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
6. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi
62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
7. Landnyrðings hornið á Skeiðini
62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
8. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll
62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
9. Norðasta hornið á Risanum
62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
10. Norðasti endi á Rivtanga
62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
11. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni
62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
12. Norðasti endi á Kalsfles
62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
13. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi
62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
14. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni
62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
15. Landnyrðingshornið við Hellurnar
62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
16. Eystasta hornið á Stapanum
62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
17. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi
61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
18. Sunnasti endi á Stórufles
61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.”
2) § 4, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Innara landleiðin er sjógvurin innan fyri beinar grundlinjur drignar gjøgnum hesi 18 støðini í tilskilaðu raðfylgju:
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
2. Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara
61° 28’ 32’’.49 N - 006° 52’ 28’’.56 V
3. Vestasta hornið á Knikarsboða vestur úr Mykines vita
62° 05’ 45’’.35 N - 007° 41’ 35’’.08 V
Útnyrðingsendin á skeri millum Knikarsboða og Breiðufles í útnyring úr Mykines vita
62° 05’ 47’’.32 N - 007° 41’ 30’’.86 V
4. Vestasti endi á Breiðufles
62° 05’ 51’’.69 N - 007° 41’ 21’’.98 V
5. Vestasta hornið á Skeiðini í útnyrðing úr Mýlingi
62° 18’ 15’’.59 N - 007° 13’ 08’’.95 V
6. Landnyrðings hornið á Skeiðini
62° 18’ 17’’.61 N - 007° 12’ 59’’.66 V
7. Vestasta hornið á Risanum, norðan fyri Eiðiskoll
62° 19’ 25’’.00 N - 007° 06’ 16’’.52 V
8. Norðasta hornið á Risanum
62° 19’ 27’’.14 N - 007° 06’ 05’’.48 V
9. Norðasti endi á Rivtanga
62° 20’ 30’’.46 N - 006° 59’ 13’’.88 V
10. Útnyrðingshornið á Kalsfles, norður úr Kalsoynni
62° 22’ 24’’.60 N - 006° 48’ 27’’.55 V
11. Norðasti endi á Kalsfles
62° 22’ 24’’.84 N - 006° 48’ 20’’.02 V
12. Norðasta hornið á Flesini, norður úr Ennibergi
62° 23’ 42’’.42 N - 006° 33’ 52’’.71 V
13. Norðasta hornið á Skoparanum á Fugloynni
62° 21’ 14’’.91 N - 006° 18’ 15’’.08 V
14. Landnyrðingshornið við Hellurnar
62° 20’ 38’’.30 N - 006° 15’ 32’’.61 V
15. Eystasta hornið á Stapanum
62° 20’ 26’’.20 N - 006° 15’ 12’’.92 V
16. Eystasti endi á Flesjunum, sunnan fyri vitan á Akrabergi
61° 20’ 25’’.74 N - 006° 39’ 42’’.86 V
17. Sunnasti endi á Stórufles
61° 20’ 21’’.88 N - 006° 39’ 46’’.53 V
1. Sker í útsynning úr Munkinum
61° 20’ 10’’.85 N - 006° 40’ 23’’.77 V
Koordinatini frammanfyri vísa til Datum ETRS 89.”
3) Í § 8, stk. 4 verður sett sum 3. punktum:
“Hevur persónur ella felag ikki gjørt nýtslu av einari sambært 1. punktum givnari tilsøgn, kann landsstýrismaðurin, tá fiskiár byrjar, tilluta bólkinum fiskirættindini.
4) Í § 15, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á orðið “avhending”, sett inn orðini “av botnfiskakvotum í íslendskum sjógvi”.
5) § 31, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Heimilað verður landsstýris-manninum í kunngerð at áseta nærri reglur fyri umsiting av fiskiloyvum í bólki 5, sbr. § 5, stk. 4, 2. punktum.”
6) § 35, stk. 1, 3. punktum verður orðað soleiðis:
“Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot ella góðtekur eina uttanrættarliga avgerð í sambandi við lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, skal eigarin av fiskifarinum gjalda kostnaðin av kanningunum.”
7) § 42 verður orðað soleiðis:
“§ 42. Fyri inndrátt eru reglurnar í borgarligu revsilógini galdandi. Veiða ella virði av veiðu kunnu tó verða inndrigin, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga.
Stk. 2. Fyri brot á reglurnar um
1. veiðu við ólógligum reiðskapi, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2,
2. veiðu út um ásettari felags árskvotu, egnari árskvotu, loyvdum fiskidøgum sambært fiskiloyvi, egnari hjáveiðukvotu sambært § 18, stk 1, ella
3. loyvdari hjáveiðu, sambært kunngerð,
kann øll veiða og reiðskapur verða inndrigið, herundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk útgerð, sondir, sondikáplar, línur, uppstandarar, vørp, boyur, gørn v.m. líkamikið, hvørs ogn hetta er.
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 verður øll veiða og allur reiðskapur altíð at draga inn, tá
1. talan er um brot á reglurnar um útblaking, ásettar í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 1, nr 7,
2. talan er um veiðu á stongdari leið ella friðaðum øki sambært § 9a, stk. 1 ella stongdum leiðum ella friðaðum økjum, ásett í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2, ella veiðu uttan veiði- ella fiskiloyvi, sbr. § 7, stk. 1.
Stk. 4. Mál, sum viðvíkja brotum á lógina ella reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu verða avgjørd av løgregluni eins væl og av skiparanum á avvarðandi fiskiveiði-eftirlitsskipi í samráð við fútan, um bót, inndráttur og gjald av málskostnaði verða góðtikin.
Stk. 5. Verður málið ikki avgreitt eftir stk. 4, verður málið lagt fyri dómsvaldið. Áðrenn ein uttanrættarlig avgerð verður tikin, eigur at verða upplýst um rættin at leggja málið fyri dómsvaldið, og hvør freistin er. Áheitan um at fáa málið lagt fyri dómsvaldið skal boðast fútanum frá í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi.
Stk. 6. Viðvíkjandi góðtøku eftir stk. 4 verða reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum at nýta í hesum sambandi.”
8) Í § 44, stk. 1 verður orðið “Útlendsk” broytt til: “Øll”.
9) § 45, stk. 1, 2. punktum verður orðað soleiðis:
“Fiskiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 113/2002