13. juni 1995Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir og um avtøku av løgtingslóg um kommunalan lánigrunn
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:
“Í býarskipanarnevndini sita 7 limir valdir soleiðis: Landsstýrið velur 4 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2. limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 2 og Tórshavnar kommuna 1.”
§ 2
Løgtingslóg nr. 75 frá 9. juni 1988 um kommunalan lánigrunn verður avtikin.
§ 3
Stk. 1. Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995.
Stk. 2. Nýval av býarskipanarnevndini eftir § 1 fer fram aftaná, at lógin hevur fingið gildi og í seinasta lagi 1. oktober 1995.
Tórshavn 13. juni 1995
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Eilif Samuelsen (sign.)