Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2005Nr. 80
Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa lóg:
Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar.
§ 1. Føroya landsstýri kann samráðast við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir og gera altjóðarættarligar sáttmálar við tey, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki virkið, tá ið samráðst verður, og altjóðarættarligir sáttmálar verða gjørdir, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri kunnu tó samtykkja at virka í felag viðvíkjandi altjóðarættarligum sáttmálum samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.
Stk. 3. Altjóðarættarligir sáttmálar, ið eru gjørdir sambært stk. 1 og 2, 2. pkt., kunnu verða sagdir úr gildi sambært somu ásetingum.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 fevna ikki um altjóðarættarligar sáttmálar, ið víkja at verju- og trygdarpolitikki, ei heldur um altjóðarættarligar sáttmálar, sum skulu galda fyri Danmark, ella sum samráðst verður um í millumtjóðafelagsskapi, har sum Danmarkar kongsríki er limur.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 avmarka ikki stjórnarskipanarliga ábyrgd og heimildir hjá donskum myndugleikum viðvíkjandi tí at samráðast, gera og siga úr gildi altjóðarættarligar sáttmálar, heruppií sáttmálar, ið stk. 1-3 fevna um.
§ 2. Føroya landsstýri ger altjóðarættarligar sáttmálar sambært § 1, stk. 1 ríkisins vegna undir heitinum Danmarkar kongsríki Føroyum viðvíkjandi. Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri gera altjóðarættarligar sáttmálar sambært § 1, stk. 2, 2. pkt. í felag undir heitinum Danmarkar kongsríki Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi. Onnur tílík heiti kunnu verða ásett sambært stk. 2, 2. pkt. um neyðugt.
Stk. 2. Henda lóg treytar tætt samstarv millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn til tess, at heildaráhugamál Danmarkar kongsríkis verða ikki sett til viks, og at Danmarkar stjórn verður kunnað um ætlaðar samráðingar, áðrenn farið verður undir tær, eins og samráðingargongdina, áðrenn altjóðarættarligir sáttmálar verða gjørdir ella sagdir úr gildi. Danmarkar stjórn ásetur eftir samráðingar við Føroya landsstýri nærri karmar um samstarvið.
§ 3. Tá ið sendimenn Føroya landsstýris verða settir á uttanríkissendistovum Danmarkar kongsríkis at røkja áhugamál Føroya, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum, er § 8, stk. 2 í lóg um Føroya heimastýri samsvarandi virkin.
§ 4. Eftir áheitan frá Føroya landsstýri kann Danmarkar stjórn samtykkja at lata inn umsókn um limaskap Føroya, ella stuðla slíkari, í millumtjóðafelagsskapum, ið loyva øðrum eindum enn ríkjum og felagsskapum av ríkjum limaskap í egnum navni, tá ið tað er sambæriligt við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.
§ 5. Lógin fær gildi 29. juli 2005.
Tórshavn, 14. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 95/2004