17. mai 2000Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 og 2, verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
2) Í § 2, stk. 2, verður “Almannastovuni” broytt til: “Serforsorgini og Heimarøktini”.
3) § 3, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Royndartiltakið inniber, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l.”
4) Í § 3, stk. 2, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000.