17. august 1999Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:
Í § 27 verða orðini “frá 1. september 1998 til 31. august 1999” broytt til: “frá 1. september 1999 til 31. august 2000.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, tann 17. august 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður