Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 80
Løgtingslóg um broyting í ymsum skatta-, avgjalds- og stuðulslógum
(Bústaðapakkin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Rætt til rentustuðul eftir hesi lóg hava eisini vanlig lutaíbúðafeløg, stovnsett sambært § 12 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, og serstøk lutaíbúðafeløg, stovnsett sambært § 32 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg."
2) Í § 2, nr. 2 verður sum nýtt litra b sett:
“b) keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av bústaðaeindum í lutaíbúðafeløgum.”
Litra b og c verða hereftir litra c og d.
3) Í § 2 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Rentustuðul til lutaíbúðafeløg eftir § 3 í hesi lóg verður fyri vanlig lutaíbúðafeløg, sambært kapitli 2 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, veittur fyri hvønn lutin, og fyri serstøk lutaíbúðafeløg, sambært kapitli 3 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, veittur fyri hvørja bústaðaeind.”
4) Í § 2 a, stk. 1 verður eftir orðið “hús” sett: “v.m.”
5) Í §§ 6, stk. 4 og 7, stk. 3 verður eftir orðið “persónur” sett: “v.m.”
6) § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Fær ein persónur v.m. endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur hesin persónur v.m. samstundis ikki rætt til rentustuðul eftir hesi lóg.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði verður eftir § 1 sett:
“§ 1a. Vanlig lutaíbúðafeløg, sambært kapitli 2 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, sum byggja ella umvæla egnar lutaíbúðir, hava rætt til stuðul eftir hesi lóg.
Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við í mesta lagi kr. 150.000 pr. lutin í felagnum.
Stk. 3. § 1, stk. 3 í hesi lóg er eisini galdandi fyri vanlig lutaíbúðafeløg.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 7. juni 2007, verður í § 3, stk. 2 eftir orðið “kommunur” sett: “og serstøk lutaíbúðafeløg, sbr. kap. 3 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg”.
§ 4
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður eftir § 8, stk. 2 sett:“og § 8 a, stk.1”
2) Eftir § 8 verður sum nýggj grein sett:
“§ 8 a. Leiguinntøka, ið stavar frá útleigan av húsum v.m. til bústaðarendamál, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av leiguinntøkuni, sum fer upp um kr. 24.000 árliga, verður skattaður. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.
Stk. 2. Leiguinntøka kann í staðin fyri at verða skattað eftir stk. 1 verða skattað eins og onnur inntøka. Inntøkan verður tá tikin við í skattagrundarlagið í § 1 uttan botnfrádrátt.”
§ 5
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 29 verður eftir nr. 24 sett:
“25) stuðul sambært løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði.”
2) § 83 a verður orðað soleiðis:
“§ 83 a. Afturberingin sambært § 63a verður borin av landskassanum.”
§ 6
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. §§ 1-3 hava virknað frá 1. juli 2009, § 4 og § 5, nr. 2 hava virknað frá 1. januar 2009, og § 5, nr. 1 hevur virknað frá 1. juli 2007.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 141/2008