2. mai 2025Nr. 81
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin)
(Broytingar í fiskimannaskipanini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, verður í § 20 a, stk. 1, “løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap” broytt til: “løgtingslóg um sjófeingi”, “30 dagar” broytt til: “15 dagar”, og “60 útgjaldsdagar” broytt til: “90 útgjaldsdagar”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 2. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 110/2024