3. desember 1998Nr. 81
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping verður gjørd henda broyting:
§ 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Kærunevndin fyri kappingarmál er sett saman av tí ikki fyrisitandi sorinskrivaranum sum formanni og tveimum øðrum limum settum av landsstýrismanninum. Fyri hvønn av limunum velur landsstýrismaðurin varalimir. Limirnir valdir av landsstýrismanninum skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi og samsýning nevndarinnar.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 3. desember 1998
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður