Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. august 2006Nr. 81
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 27 verður orðað soleiðis:
”§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2006 til 31. august 2007.”
2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:
|
Bólkur 2: |
Partrolarar |
5.752 |
fiskidagar |
|
Bólkur 3: |
Línuskip yvir 110 tons |
3.471 |
fiskidagar |
|
Bólkur 4 A: |
Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons |
1.717 |
fiskidagar |
|
Bólkur 4 B: |
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu |
2.005 |
fiskidagar |
|
Bólkur 4 T: |
Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu |
1.713 |
fiskidagar |
|
Bólkur 5: |
Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu |
20.598 |
fiskidagar” |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. august 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 2/2006