Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2011Nr. 82
Løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2024
Endamál
§ 1. 1) Búskapargrunnur Føroya skal stuðla undir ein sjálvberandi og haldføran føroyskan búskap við at virka fyri:
1) Búskaparligum sjálvbjargni.
2) Búskaparligum støðufesti og konjunkturjavning.
3) Samhaldsfesti millum ættarlið.
Inntøkur grunsins
§ 2. 2) 1) 3) Inntøkur grunsins verða settar til síðis í fíggjarlógini og fluttar í grunnin undir ávikavist RLÚ I og RLÚ II.
Stk. 2. 4) 2) 1) 3) Inntøkur grunsins eru:
1) 20% av uppgjørda RLÚ I úrslitinum upp til 200 mió. kr. í avlopi, og 50% av RLÚ I úrslitinum omanfyri 200 mió. kr. í avlopi.
2) Inntøkur frá sølu av partabrøvum hjá landinum, tó ikki partabrøv, sum eru partur av gjaldførinum hjá landinum.
3) Inntøkur frá sølu av almennum virksemi.
4) Serlig útluting.
5) Flyting frá fíggjarlógini.
6) Inntøkur frá íløgurøkt grunsins.
7) Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni.
8) Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni.
9) Tilfeingisinntøkur frá kolvetnisvirksemi.
Stk. 3. 2) 1) 3) Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni sbrt. stk. 2, nr. 8 fevna um tøkugjøld og eyka skatt á alivinnuna.
Stk. 4. 3) Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni og alivinnuni verða bert fluttar í grunnin við tí upphædd, sum er oman fyri ásett mark í einstaka fíggjarárinum. Fyri fiskivinnuna er markið 350 mió. kr. Fyri alivinnuna er markið 250 mió. kr.
Útgjaldskipan
§ 3. 1) 3) Úr grunninum verða gjøld flutt landskassanum sbrt. stk. 2-5.
Stk. 2. 1) 3) Av tilfeingisinntøkum grunsins frá fiskivinnuni sbrt. § 2, stk. 2, nr. 7, sbr. § 2, stk. 4, verða inntøkurnar í fíggjarárinum fluttar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum, fyrstu ferð í fíggjarárinum.
Stk. 3. 1) 3) Av tilfeingisinntøkum grunsins frá alivinnuni sbrt. § 2, stk. 2, nr. 8, sbr. § 2, stk. 4, verða inntøkurnar í fíggjarárinum fluttar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum, fyrstu ferð í fíggjarárinum.
Stk. 4. 1) 3) Inntøkur grunsins av íløgurøktini verða fluttar landskassanum eftir hesum treytum:
1) Støðisfæ grunsins, t.e. ogn grunsins frádrigin tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni og alivinnuni, sum enn ikki eru fluttar landskassanum, skal vera í minsta lagi 10% av BTÚ undanfarna ár.
2) Miðal úrslitið av íløgurøktini fimm tey seinastu árini undan fíggjarárinum, um tað samanlagt gevur avlop, verður flutt landskassanum.
Stk. 5. 1) 3) Tá ið lánsbrøv hjá landinum falla til gjaldingar, kunnu tey verða rindað av uppspardum peningi í Búskapargrunninum, um støðisfæið í grunninum í minsta lagi er 10% av BTÚ, eftir at lánsbrøvini eru rindað.
Stk. 6. 3) Grunnurin letur ikki landskassanum onnur gjøld ella skatt.
Umsitingarlig viðurskifti
§ 4. 3) Ogn grunsins skal verða sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti at spjaðing av váða.
§ 5. 3) Grunnurin er ogn landskassans. Landsbanki Føroya umsitur grunnin. Landskassin rindar fyri umsiting av grunninum.
Stk. 2. 2) 1) 3) Nevndin í Landsbanka Føroya ásetir nærri reglur um røkt av fæi grunsins og ger leiðreglur um íløguvirksemið. Reglurnar skulu vera almennar og skulu verða góðkendar av landsstýrisfólkinum.
Stk. 3. 1) 3) Grunnurin hevur sum internur grunnur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum. Partur grunsins av gjaldførinum hjá landinum skal verða vístur fyri seg í fíggjarstøðuni í landsroknskapinum.
Stk. 4. 1) (Strikað).
Ásetingar um gjaldføri 1)
§ 5 a. 1) 3) Búskapargrunnur Føroya kann telja við í landsins gjaldføri, tó í mesta lagi við 10% av BTÚ í undanfarna ári.
Stk. 2. 3) (Strikað).
Gildiskoma
§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Stk. 2. Lógin fær virknað fyri alt árið 2011, ið skal vera fyrsta roknskaparár grunsins.
Tórshavn, 7. juni 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 184/2010
1) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. apríl 2018.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 20. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Løgtingslógin fær virknað fyri fíggjarlógina og landsroknskapin fyri alt fíggjarárið 2024.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 23. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og fær virknað frá 1. januar 2011.”