7. juni 2012Nr. 82
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 176 frá 29. desember 2011, verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í § 29 verður sum nýtt nummar sett:
“27) Virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2010 og fer úr gildi 31. desember 2011.
Stk. 2. Fyri inntøkuárini 2010 og 2011 verður samdøgursfrádráttur eisini veittur inntøkum, sum eru fevndar av § 25 b.
Tórshavn, 7. juni 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 194/2011