Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mai 2025Nr. 83
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin)
(Útsett fyrningarfreist fyri ávís brot móti persóni undir 18 ár, ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um revsing (Revsilógin), sambært løgtingslógarkunngerð nr. 8 frá 20. februar 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 94, stk. 4 verður sum 2. pkt. sett:
“Fyri brot á § 243, § 244, stk. 2, § 245 og § 246, samanber § 245, móti einum persóni undir 18 ár, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár, tá gerningsfólkið, tá ið brotsverkið varð framt, hoyrdi til ella var tætt knýtt at húskinum hjá órættaða.”
2. Aftan á § 119 verður sett:
“§ 119 a. Tann, sum ger ein av teimum í § 119 nevndu persónum ónáðir við at seta seg í samband við, forfylgja ella fremja ágang á annan hátt, meðan ella í sambandi við, at hesin persónur útinnir honum alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.”
3. Aftan á § 241, men áðrenn yvirskriftina yvir § 244, verður sett:
“Tráfylging og sálarligur harðskapur
§ 242. Tann, sum skipað og áhaldandi setir seg í samband við, forfylgir ella fremur ágang á annan hátt móti øðrum persóni við atferð, ið kann elva til ónáðir, verður revsaður fyri tráfylging við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.
§ 243. Tann, sum hoyrir til ella hevur tætt tilknýti til húski hjá øðrum ella áður hevur havt tílíkt tilknýti, og í fleiri endurtakandi førum yvir eitt tíðarskeið ger seg inn á hin við grovt niðrandi, háðandi ella ágangandi atferð, sum kann stýra hinum á ósømiligan hátt, undir hesum við at fremja neiligt sosialt eftirlit, verður revsaður fyri sálarligan harðskap við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.”
4. Í § 244 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 6 ár kann tann verða revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir § 245 eru til staðar, fremur brot á stk. 1 í fleiri endurtakandi førum yvir eitt tíðarskeið, um hann hoyrir til ella hevur tætt tilknýti til húski hjá órættaða.”
5. § 247, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Verða lógarbrot, sum eru nevnd í §§ 243-246, framd av persóni, sum áður er dømdur fyri tilætlað likamsálop, fyri sálarligan harðskap ella fyri brotsverk, har tilætlaður harðskapur hevur verið partur, kann revsingin gerast upp til helvtina størri.”
6. Aftan á § 299 b verður sett:
“§ 299 c. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir serliga skerpandi umstøðum ger kartellavtalu sambært § 35, stk. 3, 1. pkt. í løgtingslóg um kapping. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga roknaðar slíkar, har brotið hevur verið umfatandi ella verður mett at kunna havt ført til stóran skaða.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 25 frá 27. mars 2017 um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 8. mars 2019 og § 74 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 2, nr. 1 verður aftan á “harðskap,” sett: “sálarligan harðskap,”.
2. § 21, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1 er eisini galdandi fyri lógarbrot, sum eru framd, áðrenn lógin kemur í gildi, uttan so, at brotið var fyrnt eftir áður galdandi reglunum, áðrenn lógin kemur í gildi.
Í Tinganesi, 2. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 81/2024