Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juni 1990Nr. 83
Løgtingslóg um stuðul til bygging av farmaskipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996
§ 1.1) Úr grunninum til endurnýgging av fiskiskipaflotanum fær landsstýrið heimild at veita stuðul sambært §§ 2-5 í hesi lóg.
§ 3. 3) (Strikað).
§ 4. 2) Heimilað verður eisini landsstýrinum at veita upp til 12% í studningi av metingarvirðinum. Studningurin verður goldin í eins stórum gjøldum yvir 3 ár.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrinum at veita upp til 6% í studningi til felag, ið umbyggir farmaskip á føroyskari skipasmiðju. Studningurin verður roknaður av umbyggingarvirðinum eftir meting treytað av, at virðið av umbyggingini verður 8 mió kr. ella meira.
§ 5.4) Landsstýrinum er heimilað at veita upp til 10% stuðulslán til bygging av farmaskipum, bygd fyri føroyska rokning. Stuðulslánini eru tó avmarkað til 10 mió. kr. fyri hvørt skipið. Lánið verður goldið kontant og verður at afturrinda grunninum yvir 14 ár, tey fyrstu 4 árini eru tó avdráttarfrí. Rentan er 7½% p.a. Stuðulslánið skal tryggjast við panti innanfyri 90% av skipsvirðinum.
§ 6. Um skipið skiftir eigara ella fer í aðra vinnu enn farmaflutning, fellur stuðulslánið og studningurin smb. § 4, ella tað, ið stendur eftir, til gjaldingar.
Stk. 2. Landsstýrið kann tó geva loyvi til, at tað, sum eftir stendur av láninum verður standandi í bátinum, og at studningurin sambært § 4 framhaldandi verður útgoldin.
§ 7. Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um virði og góðsku av skipinum og tekniskum innleggingum í tann mun, tað hevur týdning eftir hesi lóg.
§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi løgtingslógirnar nr. 15 frá 31. mars 1966, nr. 40 frá 20. mai 1981, nr. 44 frá 21. mai 1981, nr. 63 frá 2. oktober 1981 og nr. 67 frá 2. oktober 1981.
1) Sí eisini løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum § 1, 23 á bls. 2185.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 11. mai 1993.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995. § 6 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995”.