22. mai 2015Nr. 83
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 19. desember 2014, verður § 10, stk. 6 orðað soleiðis:
“Stk. 6. Almannaverkið tekur avgerð um at steðga veiting sbrt. § 9, stk. 2, um persónur uttan haldgóða grund noktar at taka við tilboði sambært skyldu í stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um at steðga veiting sbrt. 1. pkt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr.146/2014