Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 1997Nr. 84
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 4, stk. 1 og 3 verða orðini "European Datum (1. revisión 1950)" broytt til: "Datum WGS 84".
2) Í § 4, stk. 4, verður í nr. 5 "6200'00"N, 0451'00"W" broytt til: "6200'00"N, 0430’00”W." Í nr. 17 verður "6215'00"N, 0841'48"W" broytt til: "6218'00"N 0845'00"W ". Í nr. 18 verður "6235'00"N, 0800'00"W" broytt til: "6238'00"N 0803'00"W".
3) § 5, stk 1 verður orðað soleiðis : "Veiðuevnið hjá fiskifari er veiðitrýstið hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag."
4) § 5, stk 3 verður orðað soleiðis :
"Stk. 3. Veiðuloyvi sambært hesi lóg fyri fiskifør 15 BRT ella meira er góðkenning, ið Føroya Landsstýri veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri føroysku landleiðimar. Veiðuloyvið sambært hesi lóg fyri fiskifar undir 15 BRT er góðkenning upp til tvey ár, ið Føroya Landsstýri veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar."
5) Í § 5, stk 4 verða orðini "sum ikki áður hevur havt veiðiloyvi" broytt til: "sum ikki hevur veiðiloyvi".
6) Í § 5, stk. 4 verða orðini "veiða ávísa nøgd úr fiskastovnum" broytt til: "veiða ávísa nøgd/- dagatal úr fiskastovnum".
7) Í § 5, stk. 6 og 7 verða orðini "á fjarleiðum" strikað.
8) § 5, stk. 9 verður orðað soleiðis:
"Stk. 9. Stovnsrøktarnevndin. Landsstýrið velur eina stovnsrøktarnevnd; nevndin skal fyri 1. juli á hvørjum ári lata landsstýrinum eina stovnsmeting og tilmæli viðvíkjandi fiskiskapinum eftir botnfiski á føroysku landleiðunum. Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum um boðandi ávikavist húk og trol velur landsstýrið tveir limir fyri hvønn bólkin umframt tiltakslimir í nevndina. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrið ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar at útinna arbeiðssetningin. Landsstýrið setur skrivara."
9) § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis :
"Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðuloyvi eftir § 5, stk. 3, ella hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum ftaggi krevst, at eigararnir eru:
1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar stk. 2, ella
2) feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3."
10) § 7, stk 3, nr. 2) verður orðað soleiðis:
"2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytimar í stk. 2."
11) § 7, stk 3, nr. 3) verður orðað soleiðis :
"3) Føroya Landsstýri skal hava upplýsingar, tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av ognarpeninginum og atkvøðurættinum og skal góðkenna slíkar broytingar."
12) Í § 7, stk. 2 verður nr. 4) strikað. Sum nýtt stk. 5 í § 7 verður sett:
"Stk. 5. Landsstýrið kann í heilt serstøkum førum gera undantak viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein."
13) Í § 7, stk. 4 verða árstølini "1993" broytt til: "1996".
14) § 8, stk. 1 verður skoytt uppí:
"Fiskifør, ið hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, kunnu fáa rættindi sambært § 5, stk. 5-8."
15) § 8, stk. 2 og stk. 3 verða strikað. Sum nýtt stk. 2 verður sett inn :
"Stk. 2. Veiðuloyvi frá fiskifari, ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni, kann verða flutt til annað skip uttan veiðuloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku. Er talan um veiðuloyvi til uppsjóvar fiskasløg, rækjuveiðu ella til fiskiskap í altjóða sjógvi, kann landsstýrið gera undantøk frá hesum kravi."
16) Í § 9, stk. 1 verður nr.8) orðað soleiðis:
"8) Hvussu mótroknað verður, um veitt verður út um ásett fiskidagatal, ásett hjáveiðuprosent ella egna árskvotu og um hvussu virði í mótrokningini verður at nýta."
17) Í § 9, stk. 2 verður nr. 3) orðað soleiðis:
"3) friðað øki og friðingartíðir,".
18) Sum nýtt stk. 4 í § 9 verður sett:
"Stk. 4. Landsstýrið kann í kunngerð áseta treytir í samband við avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur."
19) Sum nýtt stk. 2 í § 9 a verður sett:
"Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1, kann landsstýrið við kunngerð víðka um friðingarnar í stk. 1 við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskaførum."
20) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Virking av veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum er bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrinum."
21) Í § 10, stk. 6 verða orðini "stk. 1 og" strikað.
22) Í § 11, stk. 1 verður sett uppí:
"ella uttan at hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4."
23) § 12 verður orðað soleiðis :
"§ 12. Skip við veiðuloyvi til fiskiskap á føroysku landleiðunum hava rætt til fiskiloyvi á føroysku landleiðunum samsvarandi teirra veiðiloyvi og skip við avvarðandi veiðiloyvi á fjarleiðum hava rætt til fiskiloyvi til kvotupart ella til at fiska burturav heildarkvotu, grundað á ásettar reglur við atliti at § 4. Fiskiloyvi verða latin fyri samsvarandi rættindunum í veiðuloyvinum avmarkað til tær til eina og hvørja tíð galdandi ásetingar viðvikjandi fiskiskapinum."
24) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Fiskidagar kunnu umsetast, verða leigaðir ella læntir í upp til 5 ár í hvørjum undirbólki sær sambært § 29, stk. 1, sum landsstýrið ásetir. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leigaðir millum høvuðsbólkarnar sambært § 28, stk. 1, tó undantikið frá bólki 5, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrið ásetir. Leiga ella lán av døgum frá høvuðsbólki 4 til høvuðsbólk 5 sambært § 28, stk. 1 er tó undantikin 3 mánaða freistini. Fiskidagar í høvuðsbólki 4, jvb. § 28, stk. 1, kunnu ikki latast frá húki til trol. Fiskiveiðieftirlitið skal hava fráboðan um flyting av fiskidøgum, áðrenn farið verður at brúka fluttu dagarnar."
25) Í § 15, stk. 1 verða orðini "latin, ella útleigaður" broytt til: "umsettur, leigaður ella læntur".
26) § 16 verður orðað soleiðis:
"§ 16. Landsstýrið ásetir reglur um, á hvønn hátt egnir kvotupartar kunnu umsetast, verða leigaðir, ella lætnir millum bólkar av fiskiførum og veiðuhættir."
27) § 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Um partur av heildarkvotu ikki er latin sum egin kvotupartur sambært § 5, stk. 7, ella kvotupartur verður latin landsstýrinum inn aftur sum ónýttur, kann landsstýrið lata hann sutn egna kvotupart til annað fiskifar."
28) § 19 verður orðað soleiðis:
"§ 19. Landsstýrið kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av fiskidøgum ella veiðunøgdir skulu hækkast við upp til 30%, tá roknað verður, hvussu nógv er nýtt av fiskidøgum ella egnu árskvotuni hjá hvørjum fiskifari, roknað hvønn túr sær, tá veiðan ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan."
29) Í § 21, stk. 1 veiða orðini "er loyvd fiskiførum við veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3og 4" broytt til: "er loyvd fiskiførum við veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4 ella fiskiførum, sum hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4."
30) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiðu á føroyska landgrunninum og fyri Føroya Banka hvørt fiskiárið. Áðrenn 1. juli á hvørjum ári lata Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktarnevndin landsstýrinum hvør sína stovnsmeting av botnfiskastovnum á føroysku landleiðunum. Út frá hesum stovnsmetingum skal Skipanarnevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, geva landsstýrinum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi ár, her undir møguligar broytingar í fiskidagatalinum fyri hvønn høvuðsbólk. Eru Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktarnevndin samd um, at lívfrøðiligu fortreytimar og veiðutrýstið, sum vóru galdandi, seinast fiskidagar vórðu ásettir, eru munandi broyttar, skal Skipanarnevndin út frá hesum gera nýtt tilmæli um fiskidagar."
31) Í § 22, stk. 2 verða orðini "mest loyvdu veiðu og" strikað.
32) Í § 22, stk. 3 verður orðið "ásettar" broytt til: "ásettir".
33) § 26, stk. 4 verður orðað soleiðis:
"Stk. 4. Landsstýrinum verður heimilað, tá fýra mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki nýttar partar av felagsárskvotu hjá einum skipabólki til annan bólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg."
34) I § 26 verður nýtt stk. 5 sett inn:
"Stk 5. Fiskiár í hesum kapittuli er tað tíðarskeið, sum felagsárskvotan er galdandi fyri."
35) § 28, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum:
Bólkur 1: Trolarar yvir 400 HK, lemmatrolarar.
Bólkur 2: Trolarar yvir 400 HK, pør.
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 BRT.
Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 BRT. Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiði.
Bólkur 6: Onnur veiða."
36) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, tó jvb, stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini, tó so at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin,:
|
Bólkur 2: |
Partrolarar |
8225 |
fiskidagar
|
|
Bólkur 3: |
Línuskip yvir 110 BRT |
3040 |
fiskidagar
|
|
Bólkur 4A: |
Útróðrarbátar millum 15-40 BRT |
5600 |
fiskidagar
|
|
Bólkur 4B: |
Útróðrarbátar millum 40-60 BRT |
3410 |
fiskidagar
|
|
Bólkur 4D: |
Útróðrarbátar størri enn 60 BRT |
1650 |
fiskidagar
|
|
Bólkur 5 A, 5 B og 5 D |
Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiðu |
27000 |
fiskidagar |
|
Tøkir: |
|
660 |
fiskidagar |
37) § 29, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini. Landsstýrið ásetir nærri reglur um umbýtið av fiskidøgum frá innaru fiskidagaleiðini til ytru fiskidagaleiðina. Verður fiskað á ytru fiskidagaleiðini uttan fráboðan til Fiskiveiðueftirlitið um umbýti av døgum framman undan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagtalinum tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið. Um ætlanin er at fiska av umbýttu døgunum á ytru fiskidagaleið, skal hetta verða boðað Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá túrur byrjar. Hevur fiskifar boðað frá, at fiskað verður á ytru fiskidagaleið, kann tað ikki á sama túri fiska á innaru fiskidagaleiðini."
38) § 29, stk. 4 verður orðað soleiðis:
"Stk. 4. Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at gera reglur fyri, at fiskidagatalið tillutað hvørjum fiskifari í høvuðsbólki 4 kann roknast um í lutfallinum 1:2, um fiskað verður við snellu. Fiskidagatalið fyri undirbólk 5 D verður nýtt sambært áseting frá landsstýrinum fyri eitt hálvár í senn."
39) § 29, stk. 5 verður orðað soleiðis:
"Stk. 5. Fiskifør í bólki 4, sum ikki hava roynt við troli eftir 1. januar 1995, kunnu ikki fáa fiskiloyvi til trolveiðu."
40) § 29, stk. 7 verður orðað soleiðis:
"Stk. 7. Fiskifør, sum trola á leiðum, har loyvt bert verður troling við motororku undir 500 HK, verða flokkað í høvuðsbólk 4."
41) Í § 29 verður sett inn sum nýtt stk. 8 :
"Stk. 8. Fiskifar í høvuðsbólki 2, sum leggur um til lemmatrol, fær sum lemmatrolari tillutað 70% av fiskidøgunum ætlað hvørjum fari í undirbólki 2."
42) Verandi § 29, stk. 8 verður broytt til § 29, stk. 9 og verður soljóðandi:
"Stk. 9. Landsstýrinum verður heimilað, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki brúktar fiskidagar innanfyri ein høvuðsbólk, ella til ein annan høvuðsbólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg."
43) Í § 32 verður sett inn sum nýtt stk. 3 :
"Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at Fiskirannsóknarstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum í samband við stovnsmetingar av fiskastovnum."
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum úr gildi.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður