7. juni 2020Nr. 84
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Heimavirki)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 21. desember 2018, verður í § 29 sum nr. 31 sett:
“31) inntøka frá heimavirki. Sum heimavirki eftir 1. pkt. er at skilja heimavirkisvirksemi, sum hevur ein árligan umsetning á í mesta lagi kr. 50.000.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 7. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 47/2019