Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 84
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg (Forsorgarlógin)
(Ásetingar um endurvenjing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 19. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum yvirskrift yvir § 29 verður sett:
“Endurvenjing”
2. § 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16-17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing,
1) fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella
2) fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Stk. 2. Fyri at røkja sína skyldu sbrt. stk. 1 kann Almannaverkið gera avtalur við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar um keyp av tænastum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing innan Almannaverkið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2015.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 145/2014