6. juni 1997Nr. 85
Løgtingslóg um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi
§ 1. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað at taka aftur latin veiðurættindi til ídnaðartrolarar við veiðuloyvi til ídnaðarveiðu á ytru landleiðini í 1995.
Stk. 2. Verður veiðuloyvið tikið aftur, verður veitt eigaranum eitt endurgjald, ið er 12.488 kr. fyri hvørt BRT, sum skipið er til støddar sambært tjóðskaparbrævi skipsins. Áður útgoldin umleggingarstuðul latin og annar stuðul, tó undantikin íløgustuðul, verður mótroknaður, og um skipið er keypt eftir 1. januar 1995 fær skipið í mesta lagi ta upphædd, sum skipið er keypt fyri.
Stk. 3. Samstundis, sum endurgjald verður veitt, skal skipaeigarin vátta ræðisavmarking, sum frátekur skipinum rættin til vinnuliga ídnaðarveiðu í føroyskum sjógvi.
§ 2. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður í kunngerð heimilað at áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.
§ 3. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.