Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 22-05-2001
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2001Nr. 85

Løgtingslóg um gransking, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 4. mai 2006

Granskingargrunnurin

§ 1. Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking.

Stk. 2. Fyri at fáa studning úr granskingargrunninum krevst, at granskingin verður

1)   framd av føroyskum granskarum ella

2)   framd í samstarvi við føroyskar granskingarstovnar ella

3)   mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar.

Stk. 3. Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking.

Stk. 4. Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið.

§ 2. Granskingargrunnurin fær árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Stk. 2. 1) Grunnurin kann taka móti stuðli frá øðrum.

Føroya Vísindaráð 1)

§ 2a. Føroya Vísindaráð orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Stk. 2. Í vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Stk. 3. Løgmaður er formaður, og landsstýrismaðurin í granskingarmálum er næstformaður. Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu í Vísindaráðnum, tó uttan at hava atkvøðurætt.

Stjórin fyri Granskingargrunnin er skrivari hjá vísindaráðnum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum ásetur nærri reglur fyri vali av umboðunum fyri sektorgranskingarstovnarnar.

Stk. 5. Vísindaráðið ger egna starvsskipan fyri ráðið.

Granskingarnevndin 1)

§ 3. Grunnurin verður stjórnaður av granskingarnevnd við 7 limum. Landsstýrismenninir í ávikavist granskingarmálum, heilsumálum, vinnumálum og fiskivinnumálum tilnevna hvør sín lim, Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 1 lim, og umboð fyri løntakarafeløgini tilnevna 1 lim. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður í nevndini.

Stk. 2. Limirnir í nevndini verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longur enn 2 fylgjandi skeið.

Stk. 3. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri strategiska týdninginum, sum gransking hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Stk. 4. Nevndin velur ein næstformann.

§ 4. 1) Granskingarnevndin ásetir vanligu mannagongdirnar hjá stovninum og skal gera eina starvsskipan, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum skal góðkenna.

§ 5. 1) Granskingarnevndin hevur ovastu leiðsluna yvir grunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum.

Stk. 2. 1) Granskingarnevndin eigur at  ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum.

Stk. 3. 1) Granskingarnevndin skal leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.

Stk. 4. 1) Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.

Stk. 5. 1) Granskingarnevndin eigur innan 1. juni á hvørjum ári at hava fund við landsstýrismannin í granskingarmálum millum annað um, hvørji granskingarøki eiga at verða raðfest fyri ávís tíðarskeið.

§ 6. 1) Umframt ásetingarnar í § 5 skal Granskingarnevndin:

1)   fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking - og gera kanningar og uppskot undan politiskari støðutakan,

2)   ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av granskingarlóggávu,

3)   ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið - bæði á almenna og privata økinum,

4)   taka stig til uppskot um loysn av aktuellum granskingarpolitiskum spurningum og evnum,

5)   ráðgeva í sambandi við gagnnýtslu av granskingarúrslitum og útbúgving av granskarum.

6)   1) ráðgeva og verða Føroya Vísindaráði til hjálpar í arbeiðnum at orða yvirskipaða granskingarpolitikkin.

§ 7. 1) Limirnir í Granskingarnevndini og fakligu nevndunum og serkønu ráðgevararnir sambært § 16 fáa samsýning eftir reglum, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum ásetir.

§ 8. 1) Granskingarnevndin setir og loysir úr starvi stjóra, ið hevur ábyrgdina mótvegis Granskingarnevndini fyri, at virksemi grunsins verður rikið sambært galdandi reglum.

§ 9. 1) Stjórin skal í samstarvi við Granskingarnevndin umsita grunnin innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál grunsins.

Stk. 2. 1) Granskingarnevndin ger starvsskipan fyri stjóran.

Stk. 3. 1) Stjórin ger uppskot um fíggjarætlan fyri grunnin fyri komandi fíggjarár at fyrileggja nevndini til góðkenningar.

Stk. 4. 1) Stjórin ger roknskap, sum skal góðkennast av nevndini, og stjórin hevur ábyrgdina av, at fíggjarætlanin verður hildin.

Stk. 5. Stjórin ger ársfrágreiðing um virksemi grunnsins.

Stk. 6. Stjórin kann seta neyðug hjálparfólk.

§ 10. 1) Lønar-, setanar- og pensjónsviðurskifti hjá starvsfólkunum hjá Granskingarnevndini skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir. 

§ 11. Útreiðslur eftir § 7 og til fyrisiting grunnsins sambært §§ 8 og 9 verða bornar av landskassanum.

Granskingarstuðul

§ 12. Granskingargrunnurin veitir fíggjarligan stuðul til granskingarverkætlanir, sum lúka treytirnar í § 1, stk. 2.

Stk. 2. Stuðul verður eisini veittur til granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking.

Stk. 3. Granskingarnevndin kann í serstøkum føri veita stuðul til aðrar ætlanir.

§ 13. 1) Granskingarnevndin skal tryggja, at stuðulin verður hóskandi býttur í millum høvuðsøkini innan gransking.

Stk. 2. 1) Nevndin skal við atliti til ásetingina í stk. 1 hvørt ár kunngera til hvørji granskingarøki, stuðul verður veittur.

§ 14. 1) Granskingarnevndin skal kunna almenningin um møguleikan at søkja um granskingarstuðul úr granskingargrunninum og skal seta eina freist at lata inn umsóknir.

Stk. 2. Tá serligar umstøður gera seg galdandi, er møguligt at veita stuðul, hóast umsóknin ikki er innkomin í sambandi við, at lýst hevur verið eftir umsóknum um stuðul.

Stk. 3. 1) Granskingarnevndin ger endaliga av, hvør kann fáa granskingarstuðul.

Stk. 4. 1) Granskingarnevndin hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.

Viðgerð av umsóknum um granskingarstuðul

§ 15. Umsóknir um stuðul úr Granskingargrunninum skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðulin heilt ella partvís skal fíggja. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Neyðugar upplýsingar hesum viðvíkjandi skulu skrivast á umsóknarblað grunnsins. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í grunninum.

§ 16. 1) Granskingarnevndin skal senda umsóknir um stuðul til serkønar ráðgevarar innan viðkomandi granskingarøki, sum gera ummæli til nevndina, um tað granskingarliga innihaldið í umsóknini er í lagi.

Stk. 2. 1) Granskingarnevndin kann seta fakligar nevndir av fólki við granskingarførleika.

Roknskapur

§ 17. Í roknskaparviðurskiftum eru reglur um almenna roknskaparhaldið galdandi.

Stk. 2. Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Stk. 3. Ársúrslitið verður flutt til næsta roknskaparár.

Stk. 4. 1) Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum Granskingarnevndin velur fyri 1 ár í senn.

§ 18. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing fyri grunnin skulu fyri 1. juni á hvørjum ári sendast landsstýrismanninum í granskingarmálum til góðkenningar.

Gildiskoma

§ 19. Henda lóg fær gildi 1. august 2001. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 22 frá 21. apríl 1999.

Stk. 2. Tann peningur, sum er eftir á konto 7.23.6.19 á fíggjarløgtingslógini fyri ár 2001 gildiskomudagin, verður fluttur til granskingargrunnin.

Stk. 3. Fyrsta skeiðið hjá granskoðaranum er frá 1. august 2001 og roknskaparárið 2002.

 

 

Tórshavn, 15. mai 2001

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

 

 



1) Broytt viðløgtingslóg nr. 33 frá 4. mai 2006.