Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 23-12-2004
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2004 A - Hefti 30 A frá 23. desember 2004
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. desember 2004Nr. 85

Løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Lógin er galdandi fyri hesar bólkar av dopingevnum:

1)   Anabolskar steroidir og tilevnaðar anabolskar steroidir.

2)   Testosteron og avleidd evni av hesum umframt evnir av sama slagi við androgenari ávirkan.

3)   Vakstrarhormon.

4)   Erytropoietin og evnir, ið hava líknandi virkna við at økja um mongdina av reyðum blóðlikamum í blóðinum til yvir vanliga virðið fyri aldur og kyn.

5)   Evnir, sum fáa kroppin at gera meira av

a)    vakstrarhormoni,

b)    testosteron og avleidd evni av hesum ella av evnum av sama slagi við androgenari ávirkan, ella

c)    natúrligt erytropoietin.

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta, hvørjar aðrar bólkar av dopingevnum henda lóg er galdandi fyri.

§ 3. Tey í §§ 1 og 2 nevndu dopingevnir mugu ikki framleiðast, flytast inn, flytast út, seljast, flýggjast út, býtast út ella liggjast inni við uttan so, at talan er um nýtslu til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð ella til granskingarendamál.

Stk. 2. Tann í stk. 1 umrødda nýtsla til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð skal, tá talan er um einstaklingar, vera fyriskipað av lækna.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 1. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri undantaksloyvinum.

§ 4. Brot á § 3, stk. 1 ella treytir nevndar í § 3, stk. 3, 2. pkt. verða revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 2 ár.

Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapitlunum 72 og 73 í rættargangslógini, verða brúkt í sama mun sum í ríkisákærumálum.

§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 20. desember 2004

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Hans Pauli Strøm (sign.)

Lm. nr. 20/2004