Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2025Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu
(Broytt veiðitíð fyri lunda, lomviga, álku og skarv, krøv um at boða frá veiðihagtølum, o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Sum ásett niðanfyri er loyvt at veiða ella skjóta hesar fuglar ella fuglasløg:
1) Alt árið: Kráku, ravn, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg; ritu kortini bara á sjónum.
2) 20. oktober - 20. januar: Lunda, lomviga og álku.
3) 20. oktober - 30. november: Skarv.”
2. Í § 17 verða aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Øll veiða, býtt upp á fuglaslag og nøgd, skal fráboðast Havstovuni.
Stk. 4. Havstovan almannakunnger tann 1. mars á hvørjum ári veiðihagtøl frá undanfarna ári.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu veiða eftir stk. 3 verður fráboðað, og hvussu veiðihagtøl eftir stk. 4 verða almannakunngjørd.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 6.
3. Í § 21 verður “monnum” broytt til: “fólkum”.
4. Í § 22 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Brot á ásetingarnar í § 17, stk. 2 og 3, verða revsað við sekt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2024