7. juni 2020Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 7. mai 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 a, stk. 2, nr. 3 verður “31. desember 2019” broytt til: “31. desember 2022”.
2. Í § 3 b, stk. 2, nr. 4 verður “31. desember 2019” broytt til: “31. desember 2020”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 7. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2019